Ólavsøkuhald í Føroyahúsinum

Eins og undanfarin ár, verður dentur lagdur á rætta ólavsøkuhýrin.


Ólavsøkuhald í Føroyahúsinum 
Í Føroyahúsinum mánadagin 28. juli. 
Tað er einaferð um árið….  Aftur í ár fara vit, “traditionen tro”, at halda Ólavsøku í Føroyahúsinum. 
Eins og undanfarin ár, verður dentur lagdur á rætta ólavsøkuhýrin, og nógv 
verður gjørt burtur úr, fyri at hava øll tey siðbundnu tiltøkini, ið hoyra 
Ólavsøkuni til. 


Soleiðis verður sagt í fráboðan frá Føroyahúsinum í Keypmannahavn.



Skráin fyri Ólavsøkuna: 



Kl. 14.00: Guðstænasta á 1. hædd í Føroyahúsinum. Bergur Jacobsen, 
prestur, prædikar. 
Kl. 14.00: Listafelagið hevur fernisering. Hans Eli Sivertsen sýnir fram. 
Kl. 15.00: Ólavsøkan verður sett. Elionora Olsen, sjúklingavegleiðari, 
heldur røðu. Andlitsmáling, poppkorn og ballónir eru til børnini á 1. 
hædd. 
Kl. 16.00: Ólavsøkukappróðurin verður beinleiðis streymaður á stórskíggja. 


Kl. 16.30: Felagssangur. 
Kl. 19.00: Konsert við Lindu Andrews og Jan Zachariassen 
Kl. 21.00: Ólavsøkusangur og røða. Heðin Mortensen heldur røðu á 
stórskíggja. Vit syngja felagssang og lutaseðlar verða trektir. 
Kl. 22.00: Barrin er opin. Til ber at keypa breyð við viðskera.