Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, helt ein sera bjartskygda ólavsøkurøðu, tá ið løgtingið varð sett ólavsøkudag. Gjøgnumgangandi boðskapurin í røðuni var, at Føroyar høvdu stórar avbjóðingar fyri nøkrum árum síðani, men nú eru nógvar av størstu avbjóðingunum loystar, og tað gongur munandi betur í samfelagnum.
Sirið Stenberg, sum er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at ólavsøkurøðan hjá løgmanni var glænsbílætakend og fór lætt um nakrar av størstu avbjóðingunum, sum føroyska samfelagið hevur.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðu við Sirið Stenberg frá tíðindunum á Rás2.