Ólavur Hátún: - Ein æra at seta ólavsøkuna

Í mong ár hevur Ólavur Hátún havt ein serligan leiklut í ólavsøkuni sum kórleiðari fyri stóra ólavsøkukórinum ólavsøkudag. Í ár hevði hann ein heldur øðrvísi leiklut: At seta ólavsøkuna

- Eg var rættiliga spentur áðrenn røðuna, tí man veit ongantíð, hvussu hon fer at roynast. Men veðrið var gott, og tað gjørdi, at lagið á fólki somuleiðis var gott, sigur Ólavur.

 

Tað er ikki øllum unt at sleppa at seta ólavsøkuna. Ólavur sær tað tí sum ein stóran heiður at verða biðin.

 

- Fyri seks vikum síðan bleiv eg uppringdur og spurdur, um eg kundi halda setanarrøðuna. Eg varð eitt sindur kløkkur, men samstundis eisini takksamur.

 

- Í byrjanini var eg eitt sindur ivandi, men so eftir nøkrum døgum hugsaði eg, at eg ikki vildi svíkja álitið, sum mær var blivið víst, sigur Ólavur.

 

Í røðuni ynskti Ólavur at lýsa gongdina í samfelagnum, og hvar vit eru í dag. Somuleiðis treiv hann í nøkur aktuel mál.

- Eg ynskti at viðgera nøkur mál, og eitt teirra var føroyska stavraðið. Mín boðskapur var, at tað er neyðugt at hava eina javnvág, har vit minnast norrønu grundina, vit standa á. Men vit mugu heldur ikki gloyma, at vit eru partur av heiminum samstundis. Tað er týdningarmikið at hava ein skilagóðan hugburð báðar vegir, sigur Ólavur.

 

Ólavur hevur stjórnað ólavsøkukórinum í eitt mannaminni, men fyri trimum árum síðan læt hann uppgávuna víðari til Kára Bæk. Men heilt uppgávuleysur er Ólavur tó ikki.

- Til gudstænastuna í morgin skal eg stjórna einum stórum havnakóri, sum verður sera spennandi, sigur Ólavur.

 

Tá Ólavur ikki fæst við tónleik á ólavsøku, brúkar hann tíðina upp á at vitja fólk.

 

- Ólavsøkan er ein vina- og kenningaveitsla, har man skal hitta og práta við fólk, sum man ikki hevur sæð í longri tíð, sigur Ólavur at enda.