Ólavur Jakobsen á konsertferð

Guitarsnillingurin kemur av konsertferð í Spania, og spælir í Famjin, Fuglafirði og í Havn.

Nú verður høvi at hoyra ein av okkara fremsta klassisku tónleikarum framføra nýggjari og eldri tónleik fyri guitar. Tað er Ólavur Jacoksen, ið undan eini konsertferð í Baltisku londunum, fer at hava tríggjar konsertir í Føroyum.

 

 

Ólavur kemur í hesum døgum heim av konsertferð í Spania.

 

 

Ólavur er av navnframu tónleikaættini, av Kamarinum, og er meira ella minni vaksin upp við guitara í hond. Eingin skipað tónleikaraundirvísing var í tíðini tá Ólavur vaks upp, og tí hevur hann, við íblástri frá serstakliga pápa sínum, sjálvur lært seg at spæla. Sum blaðungur fór hann av landinum at nema sær tónleikaútbúgving frá tónlistaskúlum í Keypmannahavn og París, og hann gjørdist fyrsti føroyingur, ið fekk útbúgving innan klassiskan guitar.

 

 

Ólavur, ið í nógv ár hevur framført tónleik sum bæði solitsur og kamartónleikari, gav í 2012 út sína fyrstu solofløgu, Awake, my Soul, and Sound your Strings. Fløgan, ið hevur eitt breitt úrval av nýskrivaðum og eldri tónleiki skrivaður fyri guitar, vakti ans í altjóða gittarumhvørvinum. Hon fekk framúr góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur sett føroyska guitarleikaran á tónleikaheimskortið.

 

 

Umframt at virka sum tónleikari, hevur Ólavur undirvíst í mong ár. Í løtuni hevur hann farloyvi frá undirvísingini, men hann fæst tó enn við samskipan av virkseminum á miðnámstónleikaraútbúgvingini hjá musikskúlanum, har serliga evnaríkir tónleikarar fyrireika seg til víðari tónleikaútbúgving uttanlands.

 

 

Hetta heystið, fer Ólavur konsertferð. Konsertirnar í Føroyum verða hesar:


  • Fámjins Kirkja sunnudagin 5. oktober kl. 15.00

  • Fuglafjarðar Kirkja hóskvøldið 9. oktober kl. 20

  • Havnar Kirkja leygardagin 11. oktober kl. 11.30


Aftaná hesar konsertir heldur konsertferðin fram í Baltisku londunum, har hann framførir til 16 solokonsertir.


Tónleikurin, ið verður framførdur, er eftir Johann Seb. Bach, William Heinesen, Jógvan Waagstein, Fransisco Tárrega og Augustin Barrios. Ólavur fer á øllum konsertum at siga eitt sindur frá um tónleikin.



Ólavur sigur, at honum dámar væl at spæla í kirkjum og smærri støðum, og so er eittnú Famjin nakað heilst serstak fyri Ólav.

 

 

-Mínar stórstu upplivngar hava verið í teim smá kirkjunum kring landið m.a. í Hattarvík og í Mykinesi.Tað skal eisini nevnast, at eg eri hálvur famjiningur, mamma var úr Famjin, men eg havi  ongantíð havt konsert har, sigur Ólavur Jakobsen, ið júst hevur havt konsertir í Barcelona, Castellón og Granada.




Konsertfelagið skipar fyri konsertunum i Føroyum, ið allar eru ókeypis.