Nú verður høvi at hoyra ein av okkara fremsta klassisku tónleikarum framføra nýggjari og eldri tónleik fyri guitar. Tað er Ólavur Jacoksen, ið undan eini konsertferð í Baltisku londunum, fer at hava tríggjar konsertir í Føroyum.
Ólavur er av navnframu tónleikaættini, av Kamarinum, og er meira ella minni vaksin upp við guitara í hond. Eingin skipað tónleikaraundirvísing var í tíðini tá Ólavur vaks upp, og tí hevur hann, við íblástri frá serstakliga pápa sínum, sjálvur lært seg at spæla. Sum blaðungur fór hann av landinum at nema sær tónleikaútbúgving frá tónlistaskúlum í Keypmannahavn og París, og hann gjørdist fyrsti føroyingur, ið fekk útbúgving innan klassiskan guitar.
Ólavur, ið í nógv ár hevur framført tónleik sum bæði solitsur og kamartónleikari, gav í 2012 út sína fyrstu solofløgu, Awake, my Soul, and Sound your Strings. Fløgan, ið hevur eitt breitt úrval av nýskrivaðum og eldri tónleiki skrivaður fyri guitar, vakti ans í altjóða gittarumhvørvinum. Hon fekk framúr góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur sett føroyska guitarleikaran á tónleikaheimskortið.
Umframt at virka sum tónleikari, hevur Ólavur undirvíst í mong ár. Í løtuni hevur hann farloyvi frá undirvísingini, men hann fæst tó enn við samskipan av virkseminum á miðnámstónleikaraútbúgvingini hjá musikskúlanum, har serliga evnaríkir tónleikarar fyrireika seg til víðari tónleikaútbúgving uttanlands.
Hetta heystið, fer Ólavur konsertferð. Konsertirnar í Føroyum verða hesar:
Konsert var í Fámjins Kirkju sunnudagin 5. oktober kl. 15.00
Fuglafjarðar Kirkja hóskvøldið 9. oktober kl. 20
Havnar Kirkja leygardagin 11. oktober kl. 11.30
Til kosertins í Famjin sunnudagin var fullsett kirkja.
Aftaná hesar konsertir heldur konsertferðin fram í Baltisku londunum, har hann framførir til 16 solokonsertir.