Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, sigur, at høggmyndin liggur trygt á Tjóðsavninum.
Tað vóru fólk frá Tjóðsavninum, ið vóru í múrinum í øðrum ørindum, sum av tilvild sóu, at høggmyndin var dottin niður og lá niður við múrinum.
– Konservatorurin á Tjóðsavninum, Súsanna Joensen, kannar nú, hvussu høggmyndin kann setast uppaftur, sigur Helgi Michelsen.
Hann sigur, at hon áður er dottin niður og er límað uppaftur. Og tað er ætlanin nú at finna út av, hvussu hetta arbeiðið best kann gerast.
##med2##