Ólavur Thomsen nýggjur skúlastjóri

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sett Ólav Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla.

 

Ólavur tók læraraprógv á Ribe statsseminarium á sumri 2005 og síðani hann verið lærari í Felagsskúlanum á Oyrarbakka til hann 1. august í ár varð settur sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla.

 

Ólavur hevur tikið eykaprógv í Føroyskum, svimjilæraraprógv og er í holt við at taka akademiútbúgving í leiðslu.

 

Harumframt hevur hann tikið ymisk styttri skeið innan m. A. Cooperative learning, íverkseting, toymisarbeiði, eftirmeting og skeið við atliti at rørslu og náttúruupplivilsum.