– Fjølmiðlarnir verða eins og dukkur í dukkulieki misnýttir av landsstýrismanninum, Henriki Old, sigur Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður, sum er ein av oddafólkunum í stríðnum ímóti, at gjaldast skal fyri koyra ígjøngum Vágatunnilin.
Marjus Dam sigur, at tá øll onnur í Føroyum gjalda vegskatt fyri at koyra eftir vegum í Føroyum, so má tað sama verða galdandi til Vágar og Norðoyggjar.
– Annars verður borgarin viðfarin ymiskt, alt eftir hvar í landinum hann býr. Og tað er grundleggjandi skeivt.
– Roynd verður nú gjørd frá politiskari síðu at gera útjaðaraøkir til avgjaldsøkir. Tað síggja vit, at núverandi samgonga roynir at gera. Undanførslur og lygnir verða nýttar, fyri at renna undan púra greiðum avtalum og samtyktum á Føroya Løgtingi. Fjølmiðlarnir verða eins og dukkur í dukkuleiki misnýttir av landstýrismanninum. Nógv demokratisk princippir verða brotin. Løgtingslógir verða brotnar. Avtalur verða brotnar. Politiski myndugleikin ger, at útjaðaraøkir verða verri fyri enn onnur økir, og borgarar verða verri fyri, tí teir búgva í ávisum økjum, sigur Marjus Dam.
Hann heldur, at tað mest grundleggjandi í okkara demokratii er júst at halda gjørdar avtalur og tryggja, at allir borgarar verða eins fyri lógini.
– Um stutta tíð verður punktgjald eisini kravt av Klaksvík. Somu lygnir og undarførslur verða helst nýttar enn einaferð. Er hetta útjaðaraøkispolitikkurin í Føroyum ídag, spyr fyrrverandi løgtingsmaðurin.