Nú er tað váttað: Ole Gunnar er koyrdur

Premier League: Manchester United hevur í dag kunngjørt, at Ole Gunnar Solskjær er koyrdur

Manchester United hevur í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá felagum boðað frá, at Ole Gunnar Solskjær ikki er venjarin í felagnu longur. Felagið leggur stóran dent á, at tað hevur verið ein torfør avgerð, og at Ole Gunnar Solskjær enn er ein partur av Manchester United familjuni. Bæði tí hann var ein stórur spælari fyri felagið, men eisini tí hann stóð á odda fyri einum Manchester United, ið skapti nakrar minniliar løtur.

 

Tað er ongin ivi um, at Ole Gunnar Solskjær ikki hevur fingið nokk burturúr hópinum og teimum nógvu pengunum, men felagið skrivar í tíðindaskrivinum, at hann hevur lagt ein grund fyri framtíðina.

 

Fyribils verður Michael Carrick venjari, meðan felagið leitar eftir einum nýggjum venjara.