Ole Gunnar Solskjær liðugur í Cardiff

Ein vánalig byrjan upp á kappingarárið hevur kostað norska venjaranum starvið.

Vincent Tan, eigari av Cardiff City, hevur í dag boðað frá, at Ole Gunnar Solskjær ikki longur er venjari í felagnum.

 

- Úrslitini í seinastuni hava ikki givið Ole grundarlag at halda á sum venjari. Ole hevur tí avgjørt at siga seg úr starvi, og eg havi góðtikið hetta, sigur Vincent Tan, eigari.

 

Ole Gunnar Solskjær gjørdist venjari hjá Cardiff í januar í ár, men megnaði ikki at bjarga Cardiff undan niðurflyting. Hann varðveitti tó starvið.

 

Men gongdin higartil í ár hevur ikki verið nakað serlig. Átta stig upp á sjey dystir og eitt 17. pláss er ikki gott nokk fyri eitt felag, hvørs mál er at vinna uppflyting í Premier League aftur.

 

Dagar hansara í Cardiff gjørdust 259, men nú eru teir so at enda komnir.

- Eg vil takka Vincent fyri at hann gav mær møguleikan í Cardiff. Hann hevur mína størstu virðing, og eg ynski honum veruliga alt tað besta í arbeiðinum við at gera hetta felagið væleydnað. Men okkara ymiska fatan av, hvussu felagið skal stjórnast ger, at eg havi valt at traðka til síðis og lata felagið taka ta leið, sum Vincent ynskir, sigur Ole Gunnar Solskjær við heimasíðu felagsins.

 

Ole Gunnar Solskjær hevur seinastu dagarnar verið settur í samband við leysa venjarastarvið í Rosenborg Ballklubb í Tróndheim.po