Fótbóltur
Tað hevur ljóðað, at danski venjarin hevur sent málið um uppsøgnina til FIFA, og hetta váttar Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
- Tað er rætt, at vit hava móttikið eitt skriv um málið frá FIFA. Vit hava biðið VB/Sumba um frágreiðing hesum viðvíkjandi, og ta frágreiðingina hava vit fingið og sent víðari, sigur Ísak Mikladal.
Bjarni Johansen, formaður í VB/Sumba, sigur, at hann ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið yvirhøvur.
Sum skilst, so snýr málið seg um løn, sum Ole Andersen metir seg eiga til góðar hjá VB/Sumba fyri restina av sáttmálaskeiðinum.