Ole Jacob er 60 ára gamal og útbúgvin lærari. Hann var lærari á Toftum frá 1967-72 og síðan 1972 á Sankta Frans Skúla í Havn.
Hann hevur í fleiri ár havt framsýningar við brúkslutum, sum hann hevur skorið úr træ.
Hann hevur verið á fleiri skeiðum í smíði, myndaskurði, dreying og eldsmíði. Ole Jacob er listamaður og arbeiðir við myndaskurði og serliga trædreying. Hann hevur gjørt ein faldara, sum hann kallar "Føroysk trælist".
Í hesum faldaranum skrivar hann m.a., at hann hevur fingist við at telgja alt sítt lív. Síðan miðskeiðis í 70-unum hevur hann skorið og dreyað list- og prýðislutir úr føroyskum viði, og hevur hann sum frá leið sæð møguleikarnar fjølgast og ríkast. Hyggur tú sum listamaður at viði, leita eygu tíni oftast eftir tí, sum snikkarin vildi vrakað.
Ole Jacob er kanska serliga kendur fyri sínar lampuskermar úr træ. Um hetta sigur hann, at tá tú skalt dreya heilt tunt, er vanligt at nýta ljós til at meta røttu tjúkdina á trænum. Tann uppliving tú fært tá ið ljósið eins og opnar innara lívið í viðinum fyri tær, vilt tú fegin varðveita. Haðani kom hugskotið um at dreya lampuskermar úr heilum viði. Hann ger eisini skálir, stakar og annað úr føroyskum viði.
Hin listamaður sum sýnir fram er Sjúrður Poulsen, hann er eisini læraralærdur.
Sjúrður, sum er 72 ára gamal, tók prógv sum møbilsnikkari í 1955 og læraraprógv í 1960 og prógv sum faklærari í jarn- og træsmíði á Statens Sløjdlærerskole í 1972.
Hann hevur verið lærari í Skopun, í Tórshavnar Kommunuskúla og á Venjingarskúlanum. Hann hevur undirvíst í metal- og træsmíði á Føroya Læraraskúla síðan 1970, og hóast hann fór frá sum lærari í 1997, hevur hann framvegis eftirútbúgvingarskeið á skúlanum.
Nú hevur Sjúrður betri stundir til tað, sum hann hevur størstan áhuga fyri, tað er at gera skreytlutir úr hornum og beinum. Hann ger t.d. armbond, slipsnálir og lampur. Sum nakað heilt nýtt hevur hann gjørt eina lampu úr horni og træ.
Alt hetta er at síggja á framsýningini, sum er opin til mikudagin.