Ole er dani, kemur frá Fyn og er útbúgvin grafikari. Hann var fyrstu ferð í Føroyum sum marinari við verjuskipinum Hvidbjørnen í 1973. Seinni, í 1980, búsettist hann í Føroyum. Fyrstu trý árini arbeiddi hann sum myndamaður hjá Føroya Fornminnisavni. Frá 1983 til 1996 hevði hann teknistovuna, Kubus Teknistovan, saman við Ole Jensen, arkitekti.
Ole er giftur við Sanne Storm, musikterapeutur á Landssjúkrahúsinum, sum eisini er donsk. Tey eiga tveir synir: Peter, 14 ár, og Anton, 9 ár. Frá 1996 til 2002 búði familjan í Danmark.
Ole hevur sitið í nevndini hjá Tutl og í Filmsfelagnum. Hann hevur havt sermerktar listaframsýningar í Norðurlandahúsinum og í Listaskálanum við dansi, tónleiki og myndum og gjørt konseptið til tónleikaverkið "Brøytingar". Hann hevur givið út yrkinasavnið "Ophav" á forlagnum Fannir í 1996. Yrkingasavnið lýsti viðurskifti millum Danmark og Føroyar og hvussu tað var og enn er, at verða dani í Føroyum.
Ole Wich starvast í dag á Team 85 í Havn.