Olga Kristina fer eftir heiðursmerki

Liðskiparin Olga Kristina Hansen fortelur, at tær í árstalsfelagnum hava lagt nógv fyri undan hesum kappingaárinum.

Olga Kristina Hansen og B36 ætla at blanda seg upp í oddastríðið í ár - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Hóast fyrsta umfar er útsett eina viku vegna veður, so ger Fótbóltssambandið seg liðugt við upptaktina til Betri Deildina við kvinnum. Túrurin er nú komin til B36, sum í fjør endaði á fjórða plássi. Liðskiparin Olga Kristina Hansen fortelur, at tær í árstalsfelagnum hava lagt nógv fyri undan hesum kappingaárinum. 

 

– Fyrireikingarnar ganga væl. Vit hava verið í gongd síðan síðst í november og hava lagt nógv fyri við fysiskari venjing. Fyrstu vikurnar vandu vit mest inni og í styrkirúminum, og síðan 1. januar havva vit vant úti fýra ferðir um vikuna. Sum nakað nýtt eru vit eisini byrjaðar at hava morgunvenjing úti mánamorgun kl. 6, og tað er ein stór success, sigur Olga Kristina.

 

Tað styrkti væl um B36 liðið,  tá tær í fjør høvdu brasilska tilgongd á fyrsta sinni. Verjuspælarin Jiselle Souza og framsókni miðvallarin Liyvan Silva eru aftur at síggja í Gundadali í ár, og harumframt legst afturat til hetta kappingarárið. 

 

– Hópurin er í stóran mun tann sami, sum í fjør. Fleiri, sum hava verið langtíðarskaddar, eru so smátt byrjaðar at venja aftur, og so eru tríggir spælarar komnar afturat. Tefa er komin úr NSÍ, Brá Zakariasardóttir er komin úr FC Hoyvík, og so er Elsa Splidt júst flutt heim aftur eftir loknan lesnað, greiðir Olga Kristina frá. 

 

Samanumtikið tykist B36 hópurin sterkari, og økta venjingarmongdin hevur eisini givið svongd eftir heiðursmerkjum.

 

– Vit halda, at vit hava ein góðan og breiðan hóp, og vit ætla okkum at vinna hvønn dyst. Í fjør endaðu vit á 4. plássi, men vit eru svangar eftir meir, og ætla okkum avgjørt at blanda okkum uppí, har tað er allar stuttligast. Vit fara eftir at enda við medaljum um hálsin, sigur Olga Kristina Hansen at enda.

 

Olga Kristina Hansen og B36 ætla at blanda seg upp í oddastríðið í ár - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd