Seinastu dagarnar hevur verið tætt samband millum LÍF, B36 og Olgar Danielsen.
Orsøkin hevur verið, at B36 ynskti at keypa Olgar leysan frá avtalu, sum hann hevur gjørt við LÍF.
Sjálvur var Olgar eisini sinnaður at skifta til B36, men leygarkvøldið steðgaðu samráðingarnar, tí Olgar og B36 komu ikki ásamt um seinasta partin av avtaluni.
Hetta ger, at Olgar fer at spæla við LÍF í seinnu hálvu av landskappingini.
? Nú eru B36?arnir farnir av landinum, so nú er einki at gera. Eg vildi gjarna spælt við teimum, tí tað hevði verið ein stór avbjóðing fyri meg, men nú verður tað LÍF, sigur Olgar Danielsen.
Olgar Danielsen hevur annars alt sítt fótbóltslív verið KÍ?ari. Og hetta er fyrstu ferð at hann skiftir til annað føroyskt felag.
? Eg havi spælt ein venjingardyst við LÍF, og tað er eyðsýnt, at munur er millum 1. og 2. deild. Okkara mál er at koma við í bestu deildina, og tað er eisini tí at teir hava fingið meg á liðið, men tað liggur eitt stórt stríð fyri framman fyri at náa málinum, heldur áleyparin.
Tað er munur á LÍF og B36, og tað er Olgar eisini greiður yvir.
? Í B36 hevði eg verið við í ovara enda av 1. deild og í Europa-Cup, meðan eg nú komi at spæla í 2. deild. Men nú fara vit at leggja okkum eftir at koma í 1. deild.
Ísraelskir ítróttarblaðmenn hava sýnt áhuga fyri, at Olgar møguliga skuldi til B36 at spæla, tí teir hava ikki gloymt hattricki hjá Olgari, tá KÍ vann 3-2 á ísraelska liðnum Maccabi Haifa í 1995. Nú skal B36 royna seg móti ísraelskum liði, men teimum nýtist nú ikki at hugsa meiri um Olgar, tí hann verður ikki við móti Beitar Jerusalem.