Kappingarárið er liðugt hjá KÍ, sum fyri einari viku síðani fekk handað FM steyp og gullkrónur í Sarpugerði í Gøtu.
Hesa vikuna hava spælararnir havt frí, men longu í næstu viku fara teir undir fyrireikingar til nýggja kappingarárið. Teir hava fingið ætlan, sum teir heima við hús skulu venja eftir fyri at styrkja seg likamliga, áðrenn teir um nakrar vikur hittast aftur.
Í kvøld boðar KÍ frá, at 20 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur skrivað undir sáttmála sum ber við sær, at hann í 2022 og 2023 fer at spæla við KÍ.
Óli var blaðungur, tá ið hann fyrstu ferð royndi seg á besta liðnum, men í fjør og í fyrraárið spældi hann millum lítið og einki. Tað komst av, at hann var illa darvaður av skaðum. Í ár hevur Óli aftur verið nógv á vøllinum. Hann hevur sambært faroesoccer.com spælt 10 dystir í næstbestu deildini, har hann skoraði fimm mál, og fimm ferðir varð hann skiftur inn á besta liðið.
Sambært faroesoccer.com hevur Óli Eyðsteinsson Poulsen splt 30 dystir í bestu deildini og skorað fýra mál, og hann hevur verið á U-17 og U-19 landsliðnum.