Óli Mittún, ið hevur vunnið bæði gull og silvur í svensku kappingini við Sävehof, hevur nú vunnið fyrsta heiðursmerkið í donskum hondbólti.
Í Boxen í Herning spældu liðið hjá Óla, GOG og Sønderjyske bronsudyst í FINAL FOUR í donsku steypakappingini.
GOG vann dystin 34-29. Í steðginum var GOG frammanfyri við fýra málum, 18-14.
Óli var við sjey málum saman við Hjalte Lykke næstbesti málskjúttin hjá GOG. Frederik Bjerre var við 11 málum toppskjútti hjá GOG. Óli legði eisini upp til tvey mál (assist), og vann liðnum eitt brotskast.
Í finaluni vunnu banamennirnir hjá GOG í hálvfinaluni, Aalborg stórsigur 34-24 á TMS Ringsted. Aalborgensarnir gjørdu arbeiðið mest sum liðugt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Aalborg á odda heili 21-10. Í seinna hálvleiki skuldu teir bara halda stásið við líka. Aalborg sum hevur fult stigatal í bestu donsku deildini, 40 stig fyri 20 dystir, er stórur favorittur til at vinna greipuna.
Komandi mikukvøld klokkan 19.45 hevur GOG sera torføran dyst á útivølli í bólki B í Champions League. Tá skulu teir royna seg móti verandi Champions League vinnarunum, SC Magdeburg.











