Óli Jacobsen fer í landsstýri fyri Kristian Magnussen

Nú er greitt, at tað verður Óli Jacobsen, sum verður landsstýrismaður, nú Kristian Magnsussen legði frá sær, eftir at hann fríggjadagin almannakunngjødi, at hann er farin í tingbólk Javnaðarfloksin

Óli Jacobsen fer at røkja landsstýrismannastarvið restina av hesum valskeiði.

? Aftaná at hava umhugsað støðuna um vikuskiftið havi eg gjørt a , at eftirlíka áheitanini hjá løgmanni og at taka við landsstýrisstarvinum í morgin 10. mars, sigur Óli Jacobsen.


Hann sigur víðari, at hann longu hevur boðað frá, at hann ætlar sær at vera partur av hesi samgonguni inntil hennara tíð er runnin.


? Tá flokkarnir í landsstýrinum meta, at hetta verður best gjørt við at fara í landsstýrið, so taki eg tað til eftirtektar, sigur hann.


Annars sigur Óli Jacobsen, at endamálið hjá honum verður at medvirka til, at politiski setningurin, sum er eftir hjá samgonguni, verður avgreiddur so smidliga sum gjørligt.


? Hetta merkir umframt dagligu umsitingina á hesum stóra málsøki, sum talan er um, at medvirka til at framlagda lóggávan á almanna- og heilsuøkinum verður avgreidd í tinginum. Afturat eru mál í landsstýrinum, sum eru loyst úr lagdi, og sum tørva framhaldandi viðgerð og avgreiðslu. Somuleiðis verður kanska møguligt at seta skjøtil á nýggj mál, sum eisini ein komandi samgonga kann arbeiða víðari við.


Eisini nevnir Óli Jacbosen tað politiska arbeiðið, sum eftir er, og her verður serstakliga hugsða um komandi samráðingar við danir og bankamálið, sigur hann.


? Niðurstøðan er, at eg eisini her best kann liva upp til tað álit, sum eg fekk frá veljarunum til seinasta val, við at vera við í landsstýrisarbeiðinum, sigur Óli Jacobsen, sum í morgin aftur verður landsstýrismaður