Hvat skulu teir gera á fólkatingi? Ivaleyst tað sama sum núsitandi føroyska fólkafloksumboðið. Koma niður á fólkating nakrar fáar ferðir um árið at rópa upp og spilla danskar politikkarar út. Teir kunnu hóast alt ikki loysa niðri á fólkatingi. Vilja føroyingar loysa, er tað ein spurningur millum løgtingið og fólkatingið. Vilja føroyingar á einari fólkaatkvøðu hava loysing, fer eingin danskur politikari at forða hesum. So einfalt er tað.
Sannleikin er tann, at Heini og Óli uppnáa onga aðra ávirkan enn at spilla danskarar út. Tað tænir hvørki føroyingum ella dønum.
Alternativið til hesar er Sambandsflokkurin. Flokkurin hevur seinastu hálvfjórðu árini havt sum aðalmál at veita føroyska íkastið til positivt samstarv í ríkisfelagsskapinum. Tó so, at neyðugt hevur meira enn so verið at langa nevan í borðið við hvørt, um føroysk áhugamál ella rættindi vóru sett til viks.
Fólkatingsarbeiðið er nevniliga bæði ein møguleiki at tryggja rættindi okkara, og at fáa ávirkan á førda danska politikkin, eins og tað gevur kunnleika til tað lógarsmíð sum ofta hevur týdning og áhuga í Føroyum við.
Virkna røddin á fólkatingi
Sambandsflokkurin ætlar komandi árini at brúka fólkatingssessin til at:
?Ávirka komandi borgarligu stjórnina til at geva Føroyum endurgjald fyri tapið í samband við yvirtøkuna av Føroya Banka.
?Ávirkan í tingbólkinum hjá Vinstra- sum fram um aðrar er flokkur føroyinga í Danmark. Fólkatingslimurin hjá Vinstra, Pia Larsen, ið er framsøgukvinna í føroyamálum, lýsir í føroyskum blað við at føroyingar hava uppiborið eina stjórn, sum kann endurskapa álitið millum Føroyar og Danmark og sum byggir viðurskiftini á virðing, ið gongur báðar vegir.
?Kunnað nýggjar fólkatingslimir um Føroyar og føroysk viðurskifti. Tá ið eg kom á fólkating í 1994 legði eg merki til, at javnaðar- og fólkafloksumboðið høvdu misrøkt sína uppgávu. Fólkatingslimirnir vistu ikki nógv um Føroyar. Tí hevur hetta øki havt mín stóra áhuga.
?Framhaldandi hjálpa føroyingum við praktiskum spurningum. Mangan sita føroyingar inni við spurningum og trupulleikum, sum kunnu loysast við tað at føroyski fólkatingslimurin setir seg í samband við danskar ráðstovur, europaparlamentið ella onkran annan. Farna valskeiðið er nógv gjørt av hesum.
?Tala føroya søk í málum, sum eru ríkismál.
?Vera virkna føroyska røddin. Hygg eftir internetsíðuni hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg: www.venstre.dk/hvem/mf/jmo. Har er nógv tilfar um virkna arbeiði floksins seinastu árini.
At enda vil eg heita á allar kreftir, sum vilja samstarv. Tað hevur avgerandi týdning fyri føroya framtíð at tit møta upp á valstaðnum og stuðla Sambandsrøddini á Christiansborg. Hann stuðlar tykkum.
Johannes Martin Olsen,
fólkatingslimur
Sambandsfloksins