Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld grannauppgerð móti Redbergslid á heimavølli í Partille.
Undan dystinum var Sävehof næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini við 23 stigum, meðan Redbergslid var á aftasta plássi við átta stigum. Men tað sást ikki á vøllinum.
Dysturin endaði við javnleiki 33-33. Í steðginum var Redbergslid á odda 17-15. Í seinna hálvleiki var Redbergslid eitt skiftið á odda 29-25, men við einum góðum endaspurti kom Sävehof á odda 32-31 og 33-32. Men tá trý sekund vóru eftir Javnaði Vilhelm Höghielm fyri Redbergslid til 33-33.
Teir í Sävehof kunnu tó finna ugga í, at teir eru nú ósigraðir í 12 dystum á rað í bestu deildini.
Óli skoraði tvey mál fyri Sävehof í kvøld.
Sävehof er næstfremst í deildini við 24 stigum. Fýra stig eru upp oddaliðið, Kristianstad sum er fremst við 28 stigum.
Komandi mánakvøld spælir Sävehof oddadyst móti Kristianstad á útivølli.