Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof eru nú ósigraðir í 14 dystum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Tó tóktist eitt tap at lúra í dag, tá Sävehof á heimavølli tók móti Ystad í Partille.
Í steðginum var Ystad á odda 16-13, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var støðan 23-18 til Ystad. Tá eydnaðist tað Sävehof at skora átta mál á rað upp á 11 minuttir uttan, at Ystad megnaði at svara aftur, og so var støðan 26-23 til Sävehof. Sävehof helt munin seinastu løtuna, og vann dystin 29-26.
Sävehof er nummar tvey í deildini við 28 stigum, sama stigatali sum oddaliðið, Kristiansand sum tó hevur leikt ein dyst færri enn Sävehof.
Sävehof er níggju stig frammanfyri Ystad, ið hevur 19 stig á triðja plássinum.
Óli skoraði fýra mál fyri Sävehof í dag, og legði eisini upp til onnur mál hjá Sävehof.
Sävehof spælir seinasta dystin í hesum árinum komandi hóskvøld klokkan 19. Tá spælir Sävehof móti Lugi á útivølli.