Óli og Sävehof vunnu spennandi grannauppgerð

Sävehof knógvaði Redbergslid móti dystarenda

Mynd: Göteborgsposten

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof leiktu spennandi grannauppgerð móti Redbergslid á útivølli í kvøld.

 

Sävehof var tá samanum kom sigrandi liðið við 29-27 sigri. Stutt undan dystarenda var javnleikur 27-27, og tá eydnaðist Sävehof at fáa tvey mál uttan, at Redbergslid megnaði at svara aftur.

 

Í steðginum var Redbergslid á odda 16-15.

 

Óli skoraði tvey mál fyri Sävehof í kvøld.

 

Sävehof er næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini við 19 stigum. Kristianstad er fremst við 23 stigum.

 

Sävehof spælir longu sunnudagin aftur. Tá verður Guif mótstøðuliðið á heimavølli í Partille. 

 

 

 

 

 

Mynd: Göteborgsposten