Óli skoraði og legði upp til 97 mál í EHF European League

Óli Mittún er millum 10 teir fremstu leikararnar tá tað kemur til málstig í EHF European League

Danski hondbóltsmiðilin, hbold hevur gjørt eitt yvirlit yvir 10 teir fremstu í EHF European League, tá tað kemur til at skjóta mál og leggja upp til mál. Tað sum eisini verður nevnt málstig. 

 

Yvirlitið vísir hvussu nógv mál 10 teir fremstu málskjúttarnir hava skotið í kappingini, og uttast til vinstru sæst hvussu nógv mál teir skutu í seinasta umfarinum, seinnu fjórðingsfinaluni.

 

Óli Mittún, ið skoraði og legði upp til 97 mál fyri Sävehof er nummar 10 á yvirlitinum, ið sær soleiðis út:

 

Nr.NavnDystir í European LeagueMálstig 
1Juri Knorr 15144+4
2Niclas Kirkeløkke16124+10
3Lazar Kukic  14121+10
4Lasse Bredekjær Andersson13119+9
5Mathias Gidsel 10109+7
6Lasse Kjær Møller11109+5
7Francisco Costa 12990
8Luka Moslavac12980
9Leonardo Abrahao  8970
10Óli Mittún 1397+6

 

Kelda: hbold.dk