Í kvøld var tann fyrsta føroyingauppgerðin hetta kappingarárið í bestu svensku hondbóltsdeildini leikt.
Í Jönköping tóku Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby móti Óla Mittún og liðfeløgunum í Sävehof.
Tað eydnaðist Óla og liðfeløgunum í Sävehof at vinna dystin 34-30. Í steðginum var tað tó Hallby, ið var omaná. Hallby var á odda 17-16 í steðginum.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál hjá heimaliðnum. Óli skoraði trý mál fyri útiliðið.
Sävehof er fremst í deildini við 16 stigum. Hallby er triðaftast í deildini við seks stigum. Tó eru bara trý stig upp til Alingsås, ið hevur níggju stig á áttanda plássinum. Áttanda plássið gevur atgongd til endaspælið.
Komandi týsdag klokkan 17.45 tekur Sävehof móti spanska liðnum, Cuenca í heimadysti í EHF European League.
Hallby spælir dyst móti Skövde á útivølli komandi hóskvøld klokkan 18.