Oliveira aftur til Spania

Ricardo Oliveira hevur ikki havt nakra væl eydnaða tilveru í italska AC Milan.

Hann hevur tískil valt at fara aftur til Spania, har hann í fjør leikti við Real Betis. Hesaferð hevur hann fingið sáttmála við Real Zaragoza. Spanskir fjølmiðlar vilja vera við, at koman hjá kvika brasilska áleyparanum setur plássið hjá nógv eftirspurda Diego Milito í vanda, og at fleiri feløg nú aftur hava vent sær til felagið.