Oliver burturfluttur uttan fyri barnagarðin

Fimm ára gamli Oliver bleiv burturfluttur uttan fyri barnagarðin, tá mamman kom eftir honum

Í gjár gavst løgreglan í Norðursælandi at leita eftir tí 18 ára gamla Jakob Haugen Kosmann, sum hvarv herfyri. Nú leitar norðursælendska løgreglan eftir tí fimm ára gamla Oliver, sum bleiv burturfluttur uttan fyri ein barnagarð í Virum seinnapartin í gjár.

 

Klokkan var um hálvgum fimm, tá mamma Oliver kom út úr barnagarðinum við dronginum, men áðrenn hon vardi, lupu teir menn á tey. Annar helt mammuni, meðan hin tók Oliver og koyrdi hann í ein bil, sum ein triði maður sat í og bíðaði. Fólk fingu fatur á nummarplátunum, men tað vísti seg, at tær vóru stolnar av einum øðrum bili í Albertslund gjáranáttina.

 

Løgreglan sendi alt fyri eitt stór lið at leita, og eftirlit var við allar brýr og ferjur, men bilurin við burturflytarunum og Oliver er ikki funnin.

 

 

Væl skipað

 

Løgreglan í Norðursælandi sigur, at tað er eingin ivi um, at burturflytararnir høvdu fyrireikað seg væl.

 

-Burturflytararnir høvdu gekkaskort fyri andlitið og hettu á høvdinum. Tað er eingin ivi um, at hetta var var lagt til rættis, men enn kunnu vit ikki siga, um hetta eisini var professionelt, sigur Henning Svendsen hjá norðursælendsku løgregluni. Hann leggur tó afturat, at burturflytingar eru sjáldan væl fyrireikaðar ella lagdar til rættis, so heilt óprofessionellir eru burturflytararnir ikki, sigur hann.

 

Oliver er av kinesiskum uppruna. Foreldrini eiga fleiri matstovur, men løgreglan veit ikki, um tað hevur nakað við burturflytingina at gera. Hinvegin hevur løgreglan staðfest, at burturflytingin hevur ikki samband við nakað innanhýsis stríð í familjuni.