Oliver gevst í HSF

- Soleiðis sum fíggjarvánirnar eru í løtuni, ber ikki til hjá okkum at halda fram við samstarvinum við Oliver Jensen, sigur formaðurin í HSF, Kristian Johansen.

Avtalan við Oliver Jensen gongur fram til endan á juni mánaði, og tá endar samstarvið. Í dag hevur Kristian Johansen boðað Oliver frá hesum, og danski mennarin, sum hevur verið knýttur at HSF síðstu tvey árini, visti eisini av frammanundan, at samstarvið kundi enda nú.

- Soleiðis sum hansara konsept er samanskrúvað og soleiðis sum fíggjarvánirnar eru í løtuni, ber ikki til hjá okkum at halda fram við samstarvinum við Oliver Jensen, sigur Kristian Johansen.

- Vit høvdu vónað, at meira fór at vera í okkara part, tá løgtingið kom við fleiri pengum, men vit fingu 200.000 til okkara altjóða arbeiði, meðan fimleikurin fekk 400.000 krónur, og tað merkir fyri okkum, at vit ikki kunnu halda fast við mennaran, sum vit hava havt.

Høvdu væntað sær meira

Formaðurin í Hondbóltssambandinum sigur, at hóast fíggjarvánirnar merkja, at skrúvast má eitt sindur niður fyri virkseminum, so verður hildið fast í tær ætlanir, ið eru lagdar. Og arbeitt verður víðari við bæði teimum úrvalsliðum og landsliðum, sum eru farin í gongd.

At tað skal vera neyðugt hjá Hondbóltssambandinum at gevast við samstarvinum við ein sovorðnan kapasitet sum Oliver Jensen, er avgjørt ikki nakað, ið hugar Kristian Johansen serliga væl, og hann heldur tað vera spell, at hædd ikki verður tikin fyri, hvussu stórur hondbólturin í veruleikanum er, tá pengar verða játtaðir.

- Núverandi býtislykil treingir heilt vist til at verða endurskoðaður, tí okkara partur er ov lítil, sæð í mun til støddina á okkara virksemi og á, hvussu mong eru virkin í hondbólti, sigur formaðurin í HSF, sum bara hevur alt tað besta at vera hondbóltsmennaranum, ið HSF nú missir.

- At vit gevast við samstarvinum nú, merkir ikki, at vit lata dyrnar aftur, tí vit skiljast í øllum góðum. Nú mugu vit síggja tíðina ann, tí vit høvdu altso vónað, at meira pengar blivu í okkara part, men so var tíverri ikki.