Oliver Joensen 60 ár

Hann vaks upp í einum livandi og altjóðagjørdum
umhvørvi. - Har mátti okkurt stórt koma burturúr.

Ofta verður sagt, at tú ert produkt av tíni samtíð. Tað haldi eg ber til at siga um Oliver Joensen, sum nú hevur, vit kunnu siga við hepnari hond, rikið Norðlýsið nógv longri enn nakar annar blaðstjóri fyrr hevur gjørt, hóast teir í so máta vóru drúgvir.

Oliver, sum nú um dagarnar fylti 60 ár, vaks upp í spennandi umhvørvi við Dávamonnunum og síðani Petur Juul Samuelsen, Erling Laksáfoss, Peturi á Hædd, Bernhardi Brim nakað longur niðri og Herluf Thomsen. Skamt frá var bilstøðin hjá Hjørleif Waag Høgnesen, har lív var í.  Sum næsta granna hevði hann Haldur Holm, sum byrjaði bakarí uppi í kjallaranum hjá Oluffu Joensen og so Niels Michael Knudsen.

At hann gjørdist okkara Maxwell og Murdoch var einki at siga til í tílíkum livandi og altjóða, spennandi og mennandi umhvørvi. Hann mátti gerast víðskygdur, hóast lokalur.

Tað skal ikki lítið til, at geva lokalblað út viku eftir viku, mánað eftir mánað og ár eftir ár. Tað hevur hann evna, gløggur sum hann er.

Útbygdi tíðindatænastuna
Samstundis skal sigast, at seinastu tíðina er blaðið komið út ikki færri enn tvær ferðir um vikuna, samstundis sum heimasíðan er ein hin mest upplýsandi og ein tann mest vitjaða í landinum. Verður tíðum endurgivin av Útvarpi Føroya, Rás 2 og av øðrum fjølmiðlum.
Mong eru lokalbløðíni, sum hava sæð dagsins ljós, men eru givin á hendur, tá ein tíð er fráliðin. Soleiðs var eisini fyrr, áðrenn Oliver tók við sum blaðstjóri og ognaði sær blaðið, tá vóru í fleiri umførum uppiløgur, men hann hevur verið áhaldin. Tað var ofta tikið til, at: Norðlýsið kemur altíð aftur.
Fyri Klaksvík, hevur Norðlýsið havt stóran týdning, hevur styrkt um samanhaldi bæði í vinnu, mentan, á politiska pallinum og so sum serstakur táttur verður skrivað nógv um ítrótt.
Eina tíð helt Rás 2 til á Norðlýsinum, haðani mangar áhugaverdar sendingar komu
Av og á havi eg sagt við Oliver, at kiloprísurin á Norðlýsinum er nakað hægri enn á New York Times, men fyri lokalsamfelagið í Klaksvík, hevur tað sanniliga eisini havt so mikið størri týdning.
Eisini er nokk so nógv stuttligt, sum er komið fyri í blaðnum. Eitt dømi, ta Norðoyastevnuna, út móti hægstu summartíð, tá Norðlýsið setti eina heilsíðulýsing av misgávum í hjá JFK  Heilsølu, har Heilsølan ynskti øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
Tílíkt kann altíð koma fyri, tá ferðin er nógv.

Hugsar nátúrliga nýtt
Olivur elskar at vera úti í náttúruni, er innløgumaður bæði við byrsu og snøri. Møguliga var tað hetta, sum fekk hann at taka stig til, tað sum allar Føroyar tosaðu um, nevniliga at halda Sjómannadag. Hann legði lunnar undir henda fyri føroyingin viðkomandi dag í fjør og fekk aðrar at hjálpa sær soleiðis, at hetta í ár gerst ein upp aftur størri og meiri upplivingarríkur dagur í august mánað.  Heilt nátúrliga liggur hesin dagur í Klaksvík.

Góða familju
Oliver fekk eina góða konu, Elsu, sum er dóttir Jancy og Jacob Biskopstø. Tey eiga fýra børn, John William, Jastrid, Jacobina og Hannefía, sum øll hava áhuga fyri grafiska- og fjølmiðlaøkim, og tvey hava fyribils halga sær henda tátt. Umframt at kenna seg heima her, hava tey veruliga gjørt vart við seg á hesum øki.
Lat meg bert til seinast siga  tað er ikki lætt at skriva um ein so úthaldandi blaðstjóra  at vit, Klaksvík, tað veri seg politiska skipanin her, vinnan, mentanin, handilsskapurin og ikki minst ítrótturin hevur so nógv at takka tykkum fyri.
Hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum og mong góð ár á knøttunum og eina hjartaliga tøkk fyri tann týdning tú og tíni hava havt fyri Klaksvík og Norðoyggjum. Tit siga sannleikan vit eru lokalir.

Jógvan við Keldu