Í dag, hósdagin 9. juni, verður Olivia Hansen í Saltangará 85 ár. Liva er ættað úr Saltangará, og har hevur hon búð mest sum alla sína tíð.
Foreldrini hjá Livu vóru Tina, sum var ættað úr Havnini, og Sámal, sum var ættaður av Vollanum á Glyvrum. Tey fingu tíggju børn - seks gentur og fýra dreingir - og Liva var næstyngst. Tina doyði í 1956, og Sámal doyði í 1960.
Sum ung genta tænti Liva á Toftum. Fyrst var hon hjá Sannu og Andreasi í Túni, og seinni var hon hjá Jonu og Akseli Skaale. Í báðum húsunum var tað, sum so nógva aðra staðni, kúgv og seyður, so umframt tað, sum nú á døgum verður roknað at hoyra til húsarhaldið, hevði Liva eisini við hoygging, mjólking og alt annað í tí sambandinum at gera.
Aksel Skaale hevði postútberingina á Toftum. Tað bar við sær, at posturin skuldi berast út á Toftum, Saltnesi, Nesi og eisini í Æðuvík. Aksel arbeiddi sum timburmaður. Tí lá tað ikki altíð fyri hjá honum at ganga við posti, og so hjálptu hini í húsinum til. Eisini Liva plagdi at ganga við posti, og tað vildi eisini siga, at hon einsamøll fór gjøgnum hagan og til Æðuvíkar.
Liva giftist við Jústinus Hansen, sum er ættaður úr Túni á Toftum. Foreldrini hjá honum vóru Sigga, sum var ættað úr Svínoy, og Hanus ella Hanneba í Túni. Tey doyðu ávikavíst í 1935 og 1937.
Tá ið Liva og Jústinus settu búgv, vóru húsini púra einsamøll ovarlaga í Heiðunum. Nú er nógv bygt rundanum hjá teimum, og húsini eru mest sum mitt í býnum.
Liva hevur avgjørt hoyrt til tey friðarligu í landinum. Hon og Jústinus fingu tvey børn - Signhild og Svend - og sum tær flestu mammurnar og konurnar tá í tíðini, so var hon heima hjá børnunum, meðan Jústinus arbeiddi hjá D. P. Højgaard.
Tá ið børnini vóru undankomin, vaskaði Liva í fleiri ár á posthúsinum í Saltangará. Henni hevur altíð dámað væl at vitja tiltøk, sum hava verið í Saltangará, og hon er framvegis løtt upp á sporið.
Signhild giftist til Fuglafirðar við Kára Zachariassen. Tey eiga trý børn. Fyri Livu og Jústinus og alla familjuna kendist tað ógvuliga sárt, tá ið Signhild gjørdist sjúk og bara 55 ára gomul andaðist í 1999.
Svend giftist við Annu Joensen, sum er ættað úr Gøtu. Tey búgva í Saltangará, og tey eiga seks børn. Føðingardagin er Liva hjá ommudóttrini í Gøtu.
+ mynd