Mánadagin 22. mai fylti fastir úti á Bø 85.
Fyri mær hevur hon altíð verið ímyndin av hugtakinum konubrot. Hon minnir nógv um Gretu, ommusystur, sum nú hevur rundað tey 102 árini - altíð til dystin fús, full av áræði og lívsvilja.
Olivia er borin í heim inni á Toftanesi - barnaheimið stendur stutt niðan frá neystunum, og kirkjan er næsti granni. Tey vóru trý systkin; Olivia var tað mittasta, og nú er bert hon eftir á lívi. Hon misti pápan sum 17 ára gomul, so har bleiv nógv at takast við, tí handil var í húsinum.
Sum ung var hon á háskúla í Danmark, og hevur hon líka til denna dag varðveitt sambandið við tær, sum hon kom at kenna tá.
Háskúlahugsjónin hevði bitið seg fasta í sinnið, og nógv man hon hava tosað við børnini um hetta, tí fleiri teirra leitaðu á slíkar skúlar.
Fastir giftist við John gubba, son Jógvan við Neyst. Tey settu búgv úti á Bø, nakað niðan frá neystunum úti í Bug og fingu átta børn saman, men upplivdu ta stóru sorg at missa Maluna bert 37 ára gamla; hetta var í 1990.
Undir krígnum sigldi John við Sæborg og í fimtiárunum fekk hann sær útróðrarbátin Ternusker. Seinni róði hann fleiri summør út í Føroyingahavnini.
Olivia var, sum vanligt tá í tíðini, tann, sum tók sær av øllum heima, tí John var jú burtur. Torvið skuldi fáast frá hondini og hoyggið, tí kúgv høvdu tey sum flestu hús tá.
Olivia og John voru bæði virkin í Heimamissiónini. Tey hildu sunnudagsskúla, og tá ið jólatræshald var fyri børnunum í missiónshúsinum, vóru tað mangan tey, sum søgdu frá søgum.
Eisini savnaði Olivia børn í bygdini í einum barnaringi, sum stuðlaði ytrimissiónsarbeiði, og mong minnist við takksemi aftur á ta tíðina.
Tá ið tey tóku kúnna av, fekk Olivia tað sjáldsama hugskot at planta eina viðarlund í gerðinum. Hon hevur altíð havt ein vilja sum stál, so at tað, sum hon setir sær fyri, eydnast sum oftast. Hon mátti jú fáa samtykki ymsastaðni, áðrenn farast kundi til verka. Har skuldi tosast við hagastýri, bygdarráð, friðingarnevnd og skógrøkt landsins. Men hon kom á mál, og í dag er hasin bletturin eitt prýði fyri bygdina. Her sæst sama seiggið og áræðið sum hjá systkinabarni hennara niðri við Hús, sum fór undir at fáa friðað gamla býlingin í Norðragøtu.
Oliviu hevur altíð dámt væl at virka úr ull, og í 1980 gav hon út bók við 215 skjalmynstrum. Hetta var ein kærkomin bók hjá mongum. Umframt at hava føroyskan tekst, var hon eisini skrivað á donskum og enskum.
Bæði Olivia og John hava stríðst við astma, sum jú setir sínar avmarkingar fyri, hvat ein orkar. Men tey stuðlaðu og hjálptu hvør øðrum fyrimyndarliga, so tey fingu væl burturúr. T.d. verður morgunfimleikurin aldri forsømdur.
Fyri nakað síðani andaðist John gubbi, so nú er fastir einsamøll undir lonini.
Stuttligt er at støkka inn á gólvið úti á Bø, tí blíð er hon sum fáur - lívsgleðin lýsir av andlitinum - og prátingarsom, tí nógvum veit hon at siga frá, m.a. úr sínum ungu døgum. Nú kann hon líta aftur á eitt ríkt og virkið lív.
Fastir, takk fyri mangar ógloymandi løtur har úti, og takk fyri brøv og telefonsamrøður hesar seinastu mánaðirnar - slíkt fløvar, og slíkt fær hugin at leita móti tí komandi heiminum.
Gudstrúgvin hjá teimum gomlu er ein sannur gripur hjá okkum, sum eru væl ávegis móti teimum árunum. Tey hvíla í síni barnatrúgv og hava lært at taka mótburð og koma víðari, tí tey vita, at tað, sum Gud ikki leiðir okkum uttanum, ber hann okkum ígjøgnum.
Vesturskinið er vakurt í Leirvík; seks vikur á hásumri sæst sólin seta í Djúpunum - vónandi verður vesturskinið blítt og fagurt eftir ein virknan arbeiðsdag, har lívsgleðin og hin livandi vónin lýsa av andlitinum.
Hjartaliga tillukku, fastir.
Heilsan,
Karl