Olivur sýnir fram í Rammubúðini

Í dag klokkan 14 letur Olivur við Neyst upp framsýning í Rammubúðini á Føroya Termovirkinum við Sundsvegin í Havn. Á framsýningini verða umleið 20 vatnlitsmyndir og oljumálningar.

Eirikur Lindenskov


Í desember í fjør hevði Olivur við Neyst framsýning á sama stað, og eins og tá verður framsýningin opin til jóla.

Olivur við Neyst hevur í ár havt tríggjar framsýningar í Danmark og umboðaði hann eisini føroysku framsýningina á Den Frí í Keypmannahavn, sum varð væl vitjað og fekk góð ummæli í fjølmiðlunum.

Olivur við Neyst hevur eisini verið á Ísafirði í Íslandi, har hann sýndi fram saman við trimum øðrum listafólkum í summar, og keypti Listafelagið har í býnum verk frá teimum øllum.

Framsýningin er opin allan dagin, tá Termovirkið annars hevur opið.