Sambært føroysku alivinnuni fara vit at útflyta fyri 800 miljónir krónur í alifiski í ár, men sleppur oljan at liggja í vrakinum av Olshanu, vita vit ongantíð, nær ein oljudálking kann gera seg inn á hetta ríkidømi - Sum tað ljóðar, eru serfrøðingar so ógvuliga samdir um, at oljan ikki skal takast upp úr Olshanu. Hetta ljóðar undarligt, tá vit hugsa um okkara fisk - og ikki minst alifisk, sum svimur í firðum og sundum.
Tað heldur føroyskur arbeiðstakari, sum saman við øðrum hevur ligið fram við at sloppið eftir oljuni í Olshanu.
- Tað undrar, at føroyska samfelagið ikki vil brúka einar 10-14 miljónir krónur at fáa oljuna upp og soleiðis vil verja tað ríkidømi, sum svimur kring um í aliringunum.
Arbeiðstakarin vísir á, at sambært alivinnuni fara vit at útflyta fyri 800 miljónir krónur í alifiski í ár, og við at brúka 10-14 miljónir krónur verja vit hetta ríkidømi móti møguligari dálking.
- Tá olja lak úr Olshanu og rak norður í Sundalagið og inn á Skálafjørðin, fingu alarar um hesar leiðir ikki fóðra fiskin. Teir søgdu seg eisini missa eina miljón krónur, tí fiskurin heldur ikki kundi takast. Royndir vístu, at oljusmakkur var komin í fiskin.
Arbeiðstakarin spyr, hvørji ráð myndugleikarnir ætla at taka sær fyri, tá olja aftur fer at leka úr skipinum.
- Har liggja jú framvegis meira enn 200 tons av olju í vrakinum og nøkur tons av smyrjolju.
Arbeiðstakarin sigur seg undrast yvir, at myndugleikarnir hugsa so lítið um umhvørvi, sum valla í hesum førinum kann metast í krónum og oyrum.
- Eg trúgvi ikki, at hesir sonevndu serfrøðingarnir, sum mæla til, at oljan verður liggjandi í vrakinum, búgva í Føroyum - og hugsa sum vit, sigur arbeiðstakarin.
Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Ragnar Joensen, hevur eisini staðiliga mælt til, at oljan verður tikin upp úr vrakinum av Olshanu.