Olja hóttir Oslofjørðin

Oljulekin hjá strandaða íslendska bingjuskipinum kann í ringasta føri koma at dálka tey týdningarmestu verndarøkini í Oslofjørðinum. - Vit eru í eini ógvuliga álvarsamari støðu, sigur borgarstjórin í Hvaler í Noregi, Eivind Normann Borge.

Hann sigur, at oljan, sum er likin úr tí 165 metrar langa bingjuskipinum, nú liggur í einum øki, har tjóðarparkin er, og í hesum øki er hópur av sjófugli.

Ytre Hvaler Nationalpark, sum norðmenn rópa hana, er ein tjóðarpark, sum liggur í stranda-og skergarðsøkinum í Østfold.

Úr Noregi verður sagt, at olja nú liggur yvir eitt økið, sum er hálvan fimta kilometur langt, men eingin veit í løtuni, hvussu djúpt henda olja liggur.

- Talan er um nógva olju, og hetta er tjúkk olja, sum kann gera stóran skaða, sigur borgarstjórin.

Tað var í gjárkvøldið, at stóra bingjuskipið rendi á ein fjúr úti fyri Fredrikstad, millum tær báðar Hvaler-oyggjarnar, Asmaløy og Kirkøy.

Goðafoss lekur olju úr tveimum tangum miðskips. Teir taka umleið 500 tons tilsamans, men óvist er, um teir vóru fullir.

Loðsurin var júst farin av skipinum, tá tað stoytti, og úr Noregi verður sagt, at ferðir var heilt uppi á 13,5 sjómílum um tíman, tá skipið rendi á flúrin.

Sum skilst, setti manningin meiri ferð á skipið, tá loðsurin var farin í land.