Olja er likin á landsvegin líka frá besinstøðini í Leirvík til Skálabotn.
Landsverk heitir á bilførarar um at koyra varliga, tí tað kann vera hált í støðum; serliga í rundkoyringunum í Gøtudali og á Skipanes-krossinum.
Landsverk arbeiðir í løtuni við at leggja sand út á vegbreytina.