Olja og bensin lækkaðu 19 oyru

Í gjár var tað Effo og í dag er tað Magn, sum lækkar oljuprísin

Fyri aðru ferð hesa vikuna lækkar olju- og bensinprísurin í Føroyum. Hesum hava tey bæði oljufeløgini boðað frá.

Tey hava tikið 19 oyru av liturprísinum á øllum oljuúrdráttum.

Ein litur av bensini kostar nú 13,75 krónur. Ein litur av diesel kostar 12,70 krónur og ein litur av húsarhaldsolju kostar nú 11,963 krónur.

Hóast tað í gjár frættist, at oljuprísurin nú er hini sami, sum fyri kríggið í Ukraina, er hann ikki tað í Føroyum.

Útvarpið hjá Kringvarpinum visti at siga frá norsku tíðindastovuni NTB, at seinnapartin í gjár lækkaði prísurin á eini tunnu av olju niður um 96 dollarar, og er nú tann lægsti, síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar í ár.

Dagin fyri innrásina, 23. februar, var ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri 97,54 dollarar.

Í gjár kostaði ein tunna 95,33 dollarar.

Í Føroyum eru bensin og olja munandi dýrari, enn 24. februar. 

Bensinið er 19,2 prosent dýrari, diesel er 30,4 prosent dýrari og húsarhaldsoljan er 32,9 prosent dýrari enn fyri russisku innrásina í Ukraina 24. februar.