Oljan drenar pengakassan hjá SEV

Oljurokningin hjá SEV heldur fram við at veksa og var í fjør 168 milliónir krónur, 23 milliónir meira enn roknað varð við

Oljurokningin hjá SEV heldur fram við at veksa og var í fjør 168 milliónir krónur. Góð 43 oyru av hvørjari krónu, sum SEV tjenar, verður brúkt til at keypa olju. Tað staðfestir roknskapurin fyri 2013, sum aðalfundurin hjá SEV viðger ídag.

 

Samlaðu inntøkurnar hjá SEV vóru í fjør 387,2 milliónir krónur. Tað eru 28,8 milliónir krónur meira enn árið fyri, svarandi til átta prosent í vøkstri. Nógv tann størsti parturin av inntøkunum, heilar 362,4 milliónir krónur, koma frá streymgjaldi. Restin kemur frá íbindingargjøldum og øðrum, smærri inntøkum.

 

Á útreiðslusíðuni er ein postur, ið sker í eyguni, og tað er oljurokningin. Sambært roknskapinum hjá SEV keypti orkufelagsskapurin olju fyri tilsamans 168 milliónir krónur í fjør. Tað eru 23 milliónir krónur meira enn felagið sjálvt roknaði við, tá fíggjarætlanin fyri 2013 varð løgd.

 

- Oljan kostar meira enn allar lønir og alt tilfar tilsamans, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, í síni formansfrágreiðing til aðalfundin.

 

Hóast SEV prístryggjaði oljukostnaðin, so eydnaðist ikki at halda útreiðslurnar til olju niðri.

 

- Tað hevur tíverri verið neyðugt at framleiða meira á Sundsverkinum enn ætlað. Orsøkirnar eru tríggjar. Vindmyllulundin í Húsahaga var seinkað av kærumáli, regn og vindur var minni enn roknað var við, og harumframt vóru gjørdar umvælingar á vatnorkuverkinum, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Samstundis sum oljurokningin drenar pengakassan hjá SEV, so metir orkufelagsskapurin seg ikki sleppa undan at gera stórar íløgur í nýggj orkuverk, ið brúka olju til at framleiða streym. SEV roknar við at gera íløgur í Vágsverkið fyri umleið 95 milliónir krónur, og eisini skal eitt nýtt Sundsverk byggjast fyri millum 600 og 700 milliónir krónur.

 

Tilsamans ætlar SEV at gera íløgur fyri 1,4 milliard krónur, hetta til árslok 2017. Í ár vera íløgur gjørdar fyri 379 milliónir krónur.

 

Les eisini: SEV skal hava yvirskot