Oljan lækkað 23 oyru

Tey bæði føroysku oljufeløgini hava aftur lækkað prísin, hesaferð við 23 oyru fyri liturin á øllum oljuúrdráttum.

 

Fyri viku síðani lækkaði oljuprísurin við 10 oyru liturin yvir alla linjuna.

Síðani russar gjørdu innrás í Ukraina 24. februar er oljuprísurin broyttur góðar 40 ferðir. Hann er farin upp, og hann er farin niður. Men støðið er tó munandi hægri í dag, enn tað var 24. februar.

Ein litur av bensini kostar nú 13,45 krónur. Ein litur av diesel kostar 12,55, og ein litur av húsarhaldsolju kostar 11,81 krónur.

Síðani 24. februar er húsarhaldsoljan hækkað mest, hon kostar nú 31,3 prosent meira enn 24. februar. Diesel er 28,9 prosent dýrari, og bensinið er 16,6 prosent dýrari enn 24. februar.