Oljan nærkast

Oddagrein:

Um somu tíð sum Føroyar líkasum standa í eini bíðistøðu, hvat eini framtíðar oljuvinnu viðvíkur, so ber nærum alt til beint eystan fyri markið. Har verður eitt fund gjørt fyri og annað eftir. Og har verður tosað um milliarda útbyggingar komandi árini.

Men seinastu góðu tíðindini frá leitingini vestan fyri Hetland eru so avgjørt eisini kærkomin fyri okkum, nú vit kunnu staðfesta, at oljufund verða gjørd tættari og tættari upp at markinum. Seinasta dømið um hetta er Tornado brunnurin, sum liggur bara tríggjar fjórðingar frá markinum. Frammanundan eru funnar oljukeldur nærum eins nær markinum. Hesar eru Cambo og Rosebank. Og báðar keldurnar eru longu á tekniborðinum við útbygging fyri eygað.

Gongdin við oljuleiting á Atlantsmótinum hevur verið tann nú í mong ár, at tess fleiri fund eru gjørd vestan fyri Hetland, tess størri áhugi hevur verið fyri at gera íløgur á føroyska landgrunninum. Ein kann tí siga, at tað er menningin á bretskum øki, sum líkasum er duraopnarin til føroysku oljuna. Tá stóru keldurnar Foinaven og Schiehallion vórðu funnar í 90-unum hevði hetta nærum magiska ávirkan á Føroyaøkið. Hetta gav føroysku oljumyndugleikunum blóð uppá tonnina og eggjaði teimum stóru altjóða oljufeløgunum til at leita henda vegin.

Síðani blivu boraðir seks brunnar á landgrunninum. Hesir staðfestu eina virkna oljuskipan og okkurt fund varð entá gjørt, men tað lá so djúpt, at tað ikki varð mett ráðiligt at fara eftir oljuni.

Hvat skulu vit so brúka seinasta fundið við markið til kundi verið spurt! At føroyskir íleggjarar eru við í fundinum kann bara vera gott, og er Faroe Petroleum eisini við í komandi boring á landgrunninum.

Vit eiga at gera okkum greitt, at hóast meira enn 10 ár eru farin, síðani fyrstu loyvini vórðu latin, so er nógv hent í økinum sum heild. Og vit eiga avgjørt at eygleiða fundini, sum nærkast markinum sum eitt tekin um, hvat framtíðin hevur at bjóða okkara megin markið. Sannlíkið fyri at olja og gass bara er bretsku megin markið er ómetaliga lítið. Heldur kunnu vit loyva okkum at siga, at tá olja og gass verða funnin so nær framvið markinum yvir ein rættiliga langan tein, so er bara spurningurin um tíð, til fund verða gjørd her eisini. Og verða útbyggingar á teimum trimum leiðunum við markið, so gevur hetta okkum aftur sera góð kort á hondina, tí tá kunnu sjálvt smærri fund gerast lønandi, um vit kunnu gera brúk av infrakervi og framleiðsluútbúnaði í grannalagnum.

Tornadofundið er eins og Glenlivetfundið ein hending, ið stuðlar undir føroysku oljuleitingina, og eingin ivi er um, at bæði okkara oljumyndugleikar og feløg sum StatoilHydro, sum umsita nógv loyvi á landgrunninum, fegnast og síggja seinasta fundið sum av stórum týdningi fyri virksemi á føroyska landgrunninum eisini. Vit kunnu so eisini koma at uppliva, at føroyska oljan verður (ella er?) funnin við leiting á bretskum øki. Óvanligt er ikki, at oljufund ganga tvørtur um mørk. Livst so spyrst.