Oljan í Norðsjónum minkar

Um níggju ár noyðast danir at innflyta olju, og um 11 ár mugu teir eisini innflyta gass, tí tá er einki eftir í keldunum í Norðsjónum. Tað skrivar Politiken í dag og vísir til eina nýggja meting hjá danska orkustýrinum.

Har stendur, at oljan í tí danska partinum av Norðsjónum er í stórari minking, og at í 2018 noyðist Danmark at keypa sær olju frá øðrum londum. Tvey ár seinni, í 2010, er heldur einki gass eftir, og so noyðast danir eisini at innflyta gass, sigur stýrið.

Tað fer at fáa stóra búskaparliga ávirkan, tá donsku olju- og gasskeldurnar torna upp. Politiken vísir á, at í fjør fekk danski ríkiskassin næstan 36 milliardir krónur í skatti og avgjøldum frá oljuvinnuni í Norðsjónum.