Oljan upp í 70 dollarar

Norskir greinarar vænta, at oljuprísurin verður millum 60 og 70 dollarar, áðrenn hetta árið er rrunnið Norðsjóvarolja, sum skal latast í juni, kostar í hesum døgum umleið 53,2 dollarar fyri tunnuna, og fyri amerikanska olju lata keypararnir eitt lítið vet meiri enn einar 53,5 dollarar.

Men sambært norska marknaðarserfrøðinginum Torbjørn Kjus verður hesin prísurin ikki varandi. Hann sigur við Dagens Næringsliv, at prísurin fer upp, og hann væntar, at oljan fer at toga í 70 dollarar fyri tunnuna, áðrenn hetta árið er av.

Ein annar serfrøðingur á økinum, Thina Saltvedt, sigur nvið blaðið, at oljuprísurin fer í hvussu er upp á 60 dollarar í hesum árinum, og at hann fer upp á 70 dollarar næsta ár.