Oljuráðstevna
Jan Müller
[email protected]
Stórur spenningur og bjartskygni merkti oljuráðstevnuna "Offshore Faroes", sum varð sett í Norðurlandahúsinum í morgun. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður setti ráðstevnuna og segði seg vóna, at oljufeløgini fóru at halda fram við at vísa Føroyaøkinum ans, tí fyrr ella seinni fór hetta at geva úrslit.
Tungvektarin á oljuráðstevnuni frá føroyskari síðu var Heri Ziska frá Oljufyristingini. Hansara meting var, at føroyska oljuævintýrið er ikki meira enn júst byrjað, hóast vit hava borað fýra og vísti við hesum til, at meginparturin av føroyska landgrunninum er als ikki kannður.
Frá at hava start okkum "blind" uppá eitt evarska lítið øki av landgrunninum, sum var eitt lutvíst feilskot, so hava nógv og stór oljufeløg nú sett kikaran á ein nógv størri og helst eisini meira áhugverdan part av landgrunninum. Við hesum sipaði Heri Ziska til tey mongu økini, sum oljufeløgini eru farin at vísa áhuga. Hann helt eisini, at høgi oljuprísurin gevur okkum tvs. oljuleitingini vind í seglini.
Hesum positivu útmeldingum frá einum av gløggastu heilunum í føroysku oljuumsitingini kundi sjálvur leitistjórin hjá Statoil, Garreth Allinson taka undir við, hóast hann eisini gjørdi vart við, at talan er um stóran váða, nú oljufeløg fara at bora á basaltinum inni á landgrunninum. Statoilstjórin segði, at møguleikin at gera eitt fund í ár og sipaði her til komandi dýra Brugdubrunnin, er 23% ella 1 til 4 ella 5, sum hann málbar seg. Hann vísti á, at tey nú síggja nógv betri gjøgnum basaltið enn áður, og tað ger støðuna uppaftur betri.
Allinson duldi annars ikki fyri, hvussu stórar vónir oljufeløgini, sum hava funnið Rosebankkelduna hinumegin markið, hava til hesa keldu. -Um jarðfrøðin er tann rætta og tann, sum man vónar hon er, so kann talan vera um eina risastóra oljukeldu. Um tveir mánaðir verður farið undir at bora 3 brunnar, sum skulu staðfesta hetta risastóra fundið. Eitt gott úrslit her kann fáa stóran týdning fyri komandi oljuleiting í føroyskum øki.