Stórur áhugi er millum føroyingar í útlandinum, hvussu gongst við ætlanunum at gera Føroyar til eina virkna oljutjóð. Hetta vísti stóra luttøkan á Føroyakvøldinum í London nú um dagarnar. Herálvur Joensen, aðalstjóri greiddi frá leitingini higartil. Hann vísti á, at sjálvt um olja er staðfest og entá í rímuligum nøgdum, so hevur man enn ikki staðfest, at reservoirkvalitetur oa. er av slíkum slag, at man torir at siga, at hetta er nakað, sum fer at verða framleitt. Tað eru enn nógv spurnartekin og skal tað gerast munandi meira arbeiði, áðrenn man kemur til eina endaliga støðutakan.
Neyðugt er at økja um samlaða forstáilsi av jarðfrøðini og oljupotentialinum í einum øki, og tað er neyðugt, at feløgini, sum eru virkin á føroyska landgrunninum, samstarva, býta um upplýsingar, um data og hava innlit í data hjá hvørjum øðrum, soleiðis at samlaða vitanin verður økt, og øll kunnu flyta seg framá við felags vitan.
Herálvur segði eisini, at tað man hevði fingið burtur úr fyrstu kanningunum er, at man kann ikki avskriva ávís jarðfrøðilig niveau frammanundan. Tað er eingin ivi um, at øll feløgini fóru til arbeiðis út frá einum ávísum hugsanarhátti. Tey høvdu verið virkin eystan fyri Hetland og har arbeiddu tey út frá ávísum metingum og veruleikum, sum tey so eisini hildu seg skula fara eftir á føroyskum øki. Tað vísti seg, at tað var kanska ikki júst tað. Tað vísti seg at vera torført at finna dekklag, sum kundi halda uppá oljuna, og tí var tað rætt at hyggja eftir strukturum, sum liggja djúpri, og tað vóru eisini teir, sum goymdu olju. Men tað kann gott vera, at grynri løg heilt aðrastaðni á landgrunninum fara at rigga, td. inni á basaltøkinum segði aðalstjórin.
- Vit verða noydd at hava í huga, at tað her á markinum hendir eitt ella annað. Jarðfrøðin broytist, og tí mugu vit ikki bara eygleiða føroyska økið sum eitt framhald av tí, sum er eystan fyri Hetland.
Hetta er so vitanin vit hava nú, og hesa vitan hevur Agip, sum fer at bora í summar. Og teir brúka sjálvandi hesa vitan í síni tilrættalegging. Sjálvt um tað økið og tann struktururin teir skulu bora í í mangar mátar líkist tí, sum BP boraði í - og har tað nettupp var ein trupulleiki við manglandi segli, sum kundi halda oljuni aftur - metir Agip í hvussu er, at viðurskiftini kunnu vera øðrvísi á teirra øki, sjálvt um tað er bara nakrar kilometrar burtur frá har BP boraði. Vit kunnu so ikki gera nakað annað enn at krossa fingrar fyri teimum.
2. útbjóðing nærkast
Herálvur Joensen vísti annars á, at tað, sum síðani liggur í kortunum hjá okkum er at tilrættaleggja næstu útbjóðing. Hann vísti á øki, sum altjóða oljuídnaðurin í 98 peikaði á, sum kundu vera áhugaverd.
Økini vestan fyri á landgrunninum eru uppá stutt sikt torfør at fara eftir, tí har er nógv basalt. Tað verður tí neyvan her man fer uppá stutt sikt. -Samskiftið vit hava við loyvishavararnar á føroyskum øki bendir á, at økini ídnaðurin fer at fokusera uppá komandi tíðina verða frá verandi loyvunum í landsynningshorninum og so norðureftir, bæði upp framvið Hetlandsrennuni men kanska eisini eitt sindur inn á økini, har t.d. Statoil hevur 9 ára loyvi tvs. inn í basalttrupulleikarnar.
So tað at loysa basaltknútin er tann stóra avbjóðingin í føroyskum oljuhøpi, tí stórt sæð allur føroyski landgrunnurin er dekkaður av basalti.
Aðalstjórin í Oljumálaráðnum metti tí, at um landsstýrismaðurin er í góðum lag fer hann í løgtingið við uppskoti um, at ein partur av hesum øki skal bjóðast út. -Tíðarrokningin er tann, at í vár fer partur av teknisku starvsfólkunum at samskifta við oljuvinnuna um eitt komandi útbjóðingarumfar. Um áhugin vísir seg at vera til steðar kann tað henda, at vit longu í heyst biðja feløgini peika út øki. Men vit vita út frá samrøðum við feløgini, hvar áhugin er, so tað kann vera, at nominatiónin verður lopin um og verður farið beinleiðis til útbjóðingina.
Men landsstýrismaðurin skal so í tingið við hesum og gongur alt sum ætlað kunnu vit á heysti 2004 veita tey næstu loyvini.
9 ára loyvini
Sosialurin skilur annars, Oljumálaráðið so smátt er farið undir at samráðast við feløgini, sum hava 9 ára loyvi. Hesi feløgini skulu innan tríggjar mánaðir geva Oljumálaráðnum eina frágreiðing um, hvat tey ætla víðari við sínum 9 ára loyvum. Talan er um Anadarko, Agip og Statoil. Sambart treytunum skulu feløgini gera av, um tey vilja fara undir at bora í hesum loyvunum nakað áðrenn 17. august. Tað kann henda, at feløgini ella einstøk feløg fara at koma við áheitanum um at fáa útsett avgerðina um at bora í eitt ár ella so, soleiðis at tey fáa gjørt fleiri kanningar og harvið betur kunnu gera av nær og hvar tey kunnu seta borin í. 9 ára loyvini liggja inni á basaltøkjum.
Keldur Sosialurin hevur tosað við halda, at nú tað er so umráðandi at fáa sett hol á basaltið er ikki óhugsandi, at feløg, sum hava 6 og/ella 9 ára loyvi kunnu fara hvør sær ella saman um at gera eina boring inni á basaltinum, og av tí hon vil vera sera váðilig seta tey kanska sítt álit á, at krøvini frá myndugleikunum verða linari. Tað er ikki óvanligt aðrastaðni, har oljufeløg hava bundið seg til at bora fleiri brunnar men hava mist trúnna uppá, at olja finst í loyvinum, at tey so fáa møguleika at bora aðrastaðni. Fyri Føroyaøkið kundi tað merkt, at okkurt felag ella feløg, sum vilja átaka sær uppgávuna at seta hol á basaltið vestan fyri verandi loyvisøki, antin sleppa undan onkrum av sínum verandi forpliktilsum ella fáa aðrar treytir at virka undir.