Mánadagin 19. okt. 1998, kl. 10.00, byrjar undirvísingin í »Grundskeiði í boring« á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin.
Hetta er fyrstu ferð, at føroyska skúlaverkið fer undir at útbúgva fólk til arbeiði í oljuvinnuni. Undirvísingin fer fram á føroyskum, og støði verður tikið í okkara egnu fortreytum.
Útbúgvingin er løgd til rættis í tøttum samstarvi við Stavanger maritime videregående skole, og skúlin ger próvtøkuuppgávur og rættar tær, soleiðis at prógvið, sum verður tikið í Føroyum, verður góðkent av OLF (Oljeindustriens Landsforening). Tað hevur verið sera umráðandi hjá Oljuútbúgvingarsamtakinum, at prógvið, sum verður tikið í Føroyum, verður góðkent sum førleikagevandi í øðrum londum. At nýta norskan standard í hesum høpi borgar fyri dygd.
Týsdagin 20. okt. 1998, kl. 9.00, verður á Tænastumiðstøðini (Gomlu Telegrafstøðini við SMS) fyri fyrstu ferð fjarundirvísing beinleiðis úr Stavanger til Føroya. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska skúlaverkið í einari útbúgvingargongd fer undir at nýta fjarundirvísing í so stóran mun, sum talan her er um, nevniliga millum 20?30 tímar.
Oljuútbúgvingarsamtak-ið hevur lagt stóran dent á, at fjarundirvísing verður partur av samlaðu undirvísingini, tí soleiðis eru vit við til at tryggja góðskustýring av undirvísingini. Samstundis er hetta ein undirvísingarháttur, ið fer at vinda uppá seg í framtíðini í Føroyum, serliga innan hægri undirvísing. Sostatt er henda fjarundirvísing ein slóðbrótandi roynd.