Oljubrunnar eystanfyri stóran týdning fyri Føroyar

Stóra boriverkætlanin hjá Chevron, Statoil, Dong og OMV hinumegin markið kann fáa alstóran týdning fyri leiting á Føroyaøkinum heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum

Tað eru nakrar vikur síðani, at Chevron fór undir eina ta størstu boriverkætlanina á Atlantsmótinum í mong ár. Talan er um at bora ikki færri enn tríggjar avmarkingar- og metingarbrunnar á Rosebankfundinum, sum varð gjørt fyri tveimum árum síðani. Endamálið er at vita, hvussu stórt fundið er og hvussu víða tað røkkur.

Borurin varð settur í fyrr í hesum mánaðinum, nakað væl seinkað orsakað av umvælingum og veðri. Sum skilst hevur ringa veðrið eisini tarnað boringini, men boripallurin Transocean Rather er so til arbeiðis skamt frá føroyska markinum, har hann fer at bora í einar 3 til 4 mánaðir aftrat. Ein av teimum føroyingunum, sum fylgir hesi boriætlan við allarstørsta áhuga er landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm.

-Tað, sum hendir eystan fyri markið á bretskum øki í løtuni og komandi mánaðirnar, kann fáa ómetaligan stóran týdning fyri framtíðar leiting hjá okkum, og her hugsi eg ikki minst um áhugan fyri komandi útbjóðing. 3. útbjóðingin á føroyska landgrunninum er sett til at vera síðst í komandi ári. Tann útbjóðingin verður fyrireikað í løtuni.

Nú tað helst eru mong, sum heilt hava givið skarvin yvir og mist mótið um, at olja verður funnin við Føroyar, eitt nú eftir turra Brugdubrunnin, hevur landsstýrismaðurin í oljumálum hetta at siga: -Eg skilji ikki, hví man skal vera so vísur í at finna olju við fyrstu, fimtu ella fyri tað sjeyndu royndarboring. Alla aðrastaðni borar tú í langa tíð, onkunstaðni í heili 10 ár, áðrenn tú rakar við. Vit mugu eisini minnast til, at okkara øki er truplari enn onnur leitiøki eitt nú orsakað av dýpinum og veðurlagnum. Fólk mungu tí ikki vera vónbrotin av, at einki fund er gjørt enn. At oljufeløg vilja brúka so nógvar pengar her og síggja fram til komandi brunnar má merkja, at tað eru útlit fyri at finna okkurt.

Landsstýrismaðurin heldur seinasta boringin tøkniliga varð so væleydnað, at vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið og taka tingini, sum tey koma. -Vit eru ógvuliga spent uppá boringina hjá BP næsta ár, hóast vit skulu ansa eftir ikki at hava alt ov stórar vónir. Og í 2008 verður so enn ein brunnur boraður á landgrunninum vísir landsstýrismaðurin á.

Keldur, sum Portalurin hevur tosað við, halda, at ENI brunnurin í 2008 er kanska uppaftur meira áhugaverdur enn BP brunnurin, nú eftir at Brugdan var turr. Anne Marie brunnurin, sum ENI og Føroya Kolvetni fara at bora í 2008 sigst liggja í einum jarðfrøðiliga sera áhugaverdum øki, eitt øki, sum so aftur ikki liggur so langt frá tveimum stórum fundum, sum eru gjørd hinumegin markið, nevniliga Rosebank og Cambo.