Beint eftir klokkan 15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at olja lak á sjógv frá einum trolara undir bunkring í Fuglafirði.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at mett verður at eini 100 litrar fóru á sjógv.
Nógv skipaferðsla er í Fuglafirði, har skip eisini bunkra, og tí hevur sløkkiliðið í Fuglafirði góða útgerð til slíkt, sigur vaktleiðarin á politstøðini. Sløkkiliðið í Fuglafirði tók sær av hesum.
Talan var um ein útlendskan trolara.











