Oljufeløg fyrireika seg til leiting

Hóast løgtingið enn ikki hevur givið endaligt grønt ljós fyri oljuleiting við Føroyar, so eru fleiri av oljufeløgunum farin at fyrireika seg. Eitt av hesum feløgum er Texaco, sum í fleiri ár hevur gjørt ymsar forkanningar á føroyskum øki saman við tveimum øðrum oljufeløgum, Conoco og Murphy. Umboð fyri Texaco hava júst verið í Føroyum á sokallaðari ?factfinding-mission? tvs. hava havt samband við fyritøkur, stovnar og einstaklingar, sum kunnu fáa týdning fyri teirra virksemi, tá og um felagið verður millum teirra, sum fær leitingarloyvi í Føroyum.

Donal O´Driscoll stendur á odda fyri arbeiðinum hjá ?Texaco Faroe Group? og er hetta fimtu ferð hann er her í arbeiðsørindum. Hann sigur við Sosialin, at henda vitjanin er ein nátúrligur partur av fyrireikingini til komandi leiting, men ikki fyrr enn teir kenna allar treytir og vita um teir fáa loyvi, fara teir undir avgerandi fyrireikingar.

Hesaferð hava teir tosað við fólk frá Oljufyrisitingini umframt umboð fyri vinnulív og aðrar almennar stovnar. Tað er einki dulsmál, at eisini Texaco-bólkurin longu nú hevur eyguni eftir hølum til skrivstovu. Tað er nevniliga treyt fyri at vera við í leitingini, at oljufeløg skulu hava skrivstovu í Føroyum.

Spurningurin um logistikk tvs. flutning, útgerðarhavnir ol. hevur eisini stóran prioritet hjá oljufeløgunum sohvørt tað nærkast einum leitiskeiði.

Tað vísir seg, at tey oljufeløg blaðið hevur tosað við, eru sera varin við ikki at leggja seg út í tjakið í Føroyum um, hvar ein oljuútgerðarhavn skal liggja. Hinvegin er eisini greitt, at oljufeløgini noyðast at vísa hesum málinum ans longu nú fyri at vera klár, tá leitingin byrjar av álvara.

Sosialurin skilur, at umboð fyri Texaco hava vitjað fleiri pláss í Føroyum fyri at kunna seg við umstøðurnar. Tey meta talan er um fýra pláss, sum kunnu koma uppá tal til útgerðarstøð, nevniliga Runavík, Sund, Tórshavn og so Suðuroyggin.


Neyvan Gullblokkar til øll

Sum støðan er í løtuni er torført at fáa umboð fyri oljufeløgini at úttala seg um komandi leiting við Føroyar og møguleikarnar at finna olju ella gass.

Men sum skilst eru feløgini rættiliga væl nøgd við økið, sum Oljufyrisitingin hevur peikað út til 1. útbjóðing. Seismikkurin vísir, at talan er um áhugaverd øki, sum kunnu goyma nógva olju og møguliga eisini gass. Men mest áhugaverda økið, sum er við í útbjóðingini og sum er nærhendis verandi oljukeldum bretsku megin markið, er avmarkað, soleiðis at øll feløgini ella bólkarnir fáa neyvan lut í teimum bestu blokkunum, teimum sokallaðu ?Gullblokkunum?, sum teir eisini verða nevndir.

Sosialurin skilur á oljufeløgum, at kappingin um gullblokkarnar fer at verða sera hørð. Tey feløg ella teir helst fáu bólkar, sum fáa lut í hesum blokkum, fara uttan iva at bjóða fram sera kostnaðarmikil arbeiðsprogram, har tey koma at binda seg til at bora fleiri brunnar eftir lutvíst stuttari tíð.

Hinvegin kann roknast við, at tað verða feløg ella bólkar, sum ikki fáa lut í ?gullblokkunum?, ið ikki halda aðrar blokkar verða nóg áhugaverdar til at binda seg til at bora nógvar brunnar. Tað kann tí henda, at talið á feløgum ella bólkum, sum fara at binda seg til at bora nógvar brunnar verður avmarkað.

Umboð fyri okkurt oljufelag blaðið hevur tosað við ávarar føroyingar ímóti at vera ov bjartskygdar. Enn er eingin olja funnin. Metingarnar siga eisini, at tað er kanska ?bert? 25% møguleiki fyri at raka við olju. Men er eydnan við feløgunum og tey raka við olju kanska longu 1. árið ella stutt eftir tað, so kann áhugin fyri Føroyaøkinum fara at vaksa munandi, soleiðis at mong av teimum oljufeløgunum, sum ikki eru við í 1. útbjóðing, fara at leggja boð inn seinni.

Blaðið skilur, at jarðfrøðingarnir halda sera góðar umstøður vera fyri, at olja liggur í føroysku undirgrundini. Og hóast tað fyrr hevur verið sagt, at útlitini fyri elefantum ella risastórum keldum tykjast lítil í løtuni, so er tað, sum man sær á seismikkinum kortini so mikið áhugavert, at nógv oljufeløg fegin vilja vera við í leitingini. Tosað hevur verið um oljukeldur uppá 500 mill. tunnur ella á stødd við Schiehallion á bretskum øki.

Hóast tað er vágamikið og kostnaðarmikið at bora á djúpum vatni við Føroyar, so koma royndirnar frá bretskari síðu sera væl við, tá farast skal undir eina framleiðslu. Foinavenfeltið, sum var tað fyrsta at fara undir framleiðslu á bretskum øki, er í dag sera dýrt at reka orsakað av byrjunartrupulleikum.

Spurningurin at fáa til vega hóskandi boripallar at bora á djúpum vatni við Føroyar kann koma at gerast ein trupulleiki, serstakliga um loyvini ikki verða latin fyrr enn seint komandi vetur. Sera fáir pallar finnast, sum kunnu bora um okkara leiðir, og er ætlanin at byrja boringina í ár 2001, so krevst, at tíðarætlanin hjá føroysku myndugleikunum ikki verður ov nógv broytt. Umframt at fáa til vega boripallar, so skulu feløgini eisini leggja til rættis arbeiðsprogrammini, og hetta tekur tíð.

Hjá Texaco-bólkinum t.d. hava teir sett sær fyri at bora fyrsta brunnin ikki ov seint í ár 2001.