Oljuráðstevna
Jan Müller
Millum gestarøðararnar á Oljuráðstevnuni í vikuni var Jeremy Cresswell frá skotska blaðnum Press and Journal. Hann hevur drúgvar royndir í fakinum og hevur serstakliga skrivað um oljutilgongdina í Bretlandi. Hann hevur eisini tikið víðari útbúgving innan oljumál. Cresswell málaði eina rættiliga svarta mynd av Atlantsmótinum men vísit samtíðis á, at tað fer at taka tíð at finna oljuna. Hann vísti á, at oljufeløgini heldur leita til onnur øki at gera íløgur, tí tey eru bíligari. Hann helt, at áhugin fyri at gera stórar íløgur í leiting í hesum heldur fjarskotna økinum sum Føroyar eru partur av, er sera lítil í løtuni og einki røkist fyri, at hetta fer at broytast í næstum. Hann metti, at vit skulu ikki verða kløkk, um tað ganga ikki bara 10 ár men 15 ella 20 ár, til nakað ítøkiligt fer at síggjast aftur á Atlantsmótinum.
Jeremy Cresswell segði seg bera ótta fyri, at feløgini ella nøkur av feløgunum, sum eru virkin við Føroyar, fara at royna at sleppa burtur úr sínum bindingum og nevndi í hesum sambandi BP og Amerada Hess. Nú BP hevur verið ein av drívkreftunum á Atlantsmótinum kundi tað vera eitt stórt bakkast, um tað tók seg aftur. Hvat Hess víðvikur segði Cresswell, at hjá tí var meira talan um eina heildarmeting, har nýggja leiðslan í felagnum við sæti í USA meira ella minni vildi taka seg úr Norðsjonum og Europa sum heild.
Útlendski oljujournalisturin helt annars ikki, at oljufeløg, sum høvdu fingið leitiloyvi og høvdu bundið seg til at gera íløgur við Føroyar, áttu at sloppið burtur úr hesum bindingum við eitt nú ?horsetrading? sum hann málbar seg. . Ein kundi týða orðini hjá Cresswell sum eina áminning á føroyskar oljumyndugleikar um at ansa eftir, at oljufeløgini ikki bóru seg undan sínum skyldum. Annars helt hann tað vera sera óheppið, at so nógvir upplýsingar frá boringum verða hildnir loyniligir. Hava feløg t.d. ikki rakt við olju í eini týðandi boring, so átti hetta at komið út til almenningin.