Oljufeløgini kríggjast um prís

Seinastu tveir dagarnar hevur Magn havt lægri prís á gassolju enn Effo, men í dag hava bæði feløgini lækkað prísin meira. Prísurin á bensini og diesel er eisini farin niður Føroyingar eru vanir við, at oljufeløgini hava sama prís á gassolju, bensin og diesel, men seinastu vikurnar hava fleiri dømi verið um, at Magn og Effo hava havt ymiskar prísir. Og í løtuni er prískríggj um gassoljuna.

Seinastu tveir dagarnar hevur Magn havt bíligari prís enn Effo á gassoljuni. Fyrrapartin lækkaði Effo prísin niður um Magn, men Magn hevur svarað aftur við at lækka prísin enn meira.

Í morgun lækkaði Magn prísin á bensin og diesel, men Effo svaraði beinanvegin aftur við at lækka prísirnar niður á sama støði.

Á heimasíðunum hjá Magn og Effo ber til at fylgja við prískrígnum um oljuprísirnar.