Oljufund við Føroyar: mest ein spurningur um tíð

-Tað er staðfest, at vit hava eina virkna kolvetnisskipan á føroyska landgrunninum, vit hava goymslugrýti, og fellurnar eru til staðar, og nógvar eru stórar. Tí síggi eg tað mest sum ein spurning um tíð, áðrenn okkurt spennandi úrslit spyrst burturúr eini boring sigur Heri Ziska undan oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum í morgin.

Í døgunum 14. - 16. september skipar Jarðfeingi á triðja sinni fyri Faroe Islands Exploration Conference (FIEC) í Norðurlandahúsinum. Fyrstu ferð var í 2004, næstu ferð í 2006 og nú aftur í 2009. Hetta er ein vísundalig ráðsteva, ið hevur til endamáls at birta upp undir oljuleitingartilgongdina á føroyska landgrunninum. Tiltakið byrjar við móttøku 14. september kl. 18:00, ið eisini er “students evening”. Her hava føroysk lesandi møguleika fyri at vísa hvat tey arbeiða við og koma í samband við fólk í vinnuni.

 

Høvuðsparturin eru vísundaligu fyrilestrarnir 15. og 16. september. Fyrilestrarnir hesa ferð fevna um m.a. úrslit úr Brugdu-boringini hjá Statoil, um jarðfrøðiligu viðurskiftini í sambandi við komandi Ann Marie-boringina hjá ENI. Fyrilestrar verða eisini um loyvi 12 hjá Faroe Petroleum og loyvini 13 og 14 hjá Geysir og Atlantic Petroleum. Harumframt fara oljufeløgini OMV og Statoil at halda fyrilestrar um teirra tilgongd til oljuleiting her um leiðir. Fullfíggjað skrá sæst á HYPERLINK "http://fiec.jf.fo" fiec.jf.fo

 

Heri Ziska, sum vegna Jarðfeingi er ein av fyriskiparunum sigur við Sosialin, at hetta er fyrst og fremst ein vísundalig ráðstevna, tvs. at málbólkurin er primert vísundafólk, sum hava áhuga í oljuleiting á føroyska landgrunninum. Orsøkin til hesa lutfallsliga smølu fokusering er, at tað eru nógvar ráðstevnur, men allar eru í so breiðar, og tá plaga oljufeløgini at halda aftur við at leggja teirra tankar fram. Við at fokusera smalt hevur tað eydnast Jarðfeingi at fáa oljufeløgini, contractors (seismikfeløg oo.) og granskingarstovnar at leggja fram teirra tankar og úrslit. Tað hevur gjørt, at vitanin, sum er relevant fyri oljuleitingartilgongdina her um leiðir verður leysgivin á FIEC, og tað, sum er enn meira óvanligt er, at Jarðfeingi hevur hevur megnað at fáa ein lutfallsliga stóran part av fyrilestrarhaldarunum at skriva vísundaligar greinar um tað tey halda fyrilestur um til bókina: "Proceedings from the Xth Faroe Islands Exploration Conference" Har er tær fyrstu bøkurnar longu útkomnar.

 

Av stórum áhuga hesaferð verður at frætta um úrslitini frá boringini hjá Statoil á loyvi 006. Hetta er fyrstu ferð, at tey verða løgd fram. Í 2004 vóru úrslit frá Rosebank boring løgd fram. Harafturat legði BP fram sínar tankar um William brunnin í 2006 og hesaferð leggur ENI fram teirra tankar um boringina á loyvi 005 (Ann Marie).

 

 

Fíggjarkreppan og olja

Uppá fyrispurning hvør aktuella støðan er við oljuleiting á føroyska landgrunninum sigur Heri Ziska, at tað enn eru fleiri feløg, sum síggja stórt virði í hesum økinum, og fleiri av teimum leggja fram á FIEC tvs. OMV, StatoilHydro, Faroe Petroleum, DONG og Geysir. Tað merkist tó, at fíggjarkreppan ger, at feløg fokusera meira enn tey gjørdu og har hava nøkur fokuserað meira á føroyska økið enn áðrenn, meðan onnur bakka í mun til føroyska økið.

Ein av fyrilestrunum á ráðstevnuni fer at geva okkum svar uppá, hví tað framhaldandi er áhugavert at leita eftir olju við Føroyar. Tað er fyrilesturin, sum Garreth Allinson frá StatoilHydro fer at halda mikudagin seinnapartin undir heitinum: “StatoilHydro in the Faroe Island, clever or crazy?” Heri Ziska sigur, at stutta niðurstøðan har er, at tað er staðfest, at allar fortreytir eru til staðar fyri at finna olju, tað, sum manglar eru boringar, sum testa ymsu prospektini.

 

Uppá fyrispurning um hvørjar vónir hann hevur til komandi boring á landgrunninum sigur Heri Ziska, at hann hevur ikki hug at úttala seg um Anne Marie specifikt, men tað er staðfest, at vit hava eina virkna kolvetnisskipan á føroyska landgrunninum, vit hava goymslugrýti og fellurnar eru til staðar og nógvar eru stórar. -Tí síggi eg tað mest sum ein spurning um tíð, áðrenn okkurt spennandi úrslit spyrst burturúr eini boring. Tíanverri er oljuleiting soleiðis háttað, at tað altíð vil verða meira sannlíkt, at næsta boring er turr.

 

Hann sigur víðari, at fund hinumegin markið hava staðfest, at økið er áhugavert, og at nýggjastu fundirnir nærkast alsamt meira føroyska økinum merkir, at eyguni hava hug at leita enn longur vestur og harvið inn á føroyskt øki. Sama við framleiðsluni. Tað at framleiðslan tykist nærast bæði á Laggan/Tormore og Rosebank ger, at økið flytur seg frá einum reinum leitiøki til eitt øki, har tað er staðfest, at lønandi oljuleiting er møgulig og smittar tað av uppá føroyska økið.