Oljuhavn í Suðuroy: Settu fót fyri sær sjálvum

?Eg skilji væl, at oljuhavnin ikki varð løgd á Drelnesi. Eg rokni eisini við, at Landsstýrið hevur roynt at ávirka oljufeløgini til ikki at leggja oljuhavnina á Drelnesi, tí tað hevði komið landsstýrinum í álvarsligar trupulleikar sigur Jákup Joensen í Lopra

 

Útgerðarhavn


? Hevði Oljuhavnin verðið løgd á Drelnesi, hevði tað sett Landsstýrið í eina ómøguliga støðu.

Jákup Joensen í Lopra skilir væl, at oljufeløgini havagjørt av, at oljuhavnin ikki skal verða á Drelnesi.

Hann sigur, at Drelnes er jú samferðsluhavnin í Suðuroynni, og tað var hana, sum ætlanin var var gera til oljuhavn.

? Bleiv oljuhavnin løgd á Drelnesi, hevði Landsstýrið tískil verðið noytt til at útvega eina nýggja samferðsluhavn í Suðuroynni. Tað hevði ført til stórar útreiðslur fyri landskassan-útreiðslur, sum Landsstýrið hevði verðið noytt til at útvega uppá lutfalsliga stutta tíð. Tvøroyrar Kommuna hevur ikki ráð til at byggja eina nýggja samferðsluhavn og tí er hetta ein útreiðsla, sum landskassin heilt einfalt ikki hevði sloppið undan.

?Samstundis vita vit, at bæði vestminningar og lorvíkingar hava sett Landsstýrinum krøv um at gjalda meiri av teirra samferðsluhavnum.

?Havði Landsstýrið so bygt eina nýggja samferðsluhavn í Suðuroy, hevði tað heldur ikki sloppið undan at játta meiri pening til havnirnar í Lorvík og í Vestmanna.

?So alt í alt hevði tað komið Landsstýrinum í álvarsamar trupulleikar, sum høvdu kostað landskassanum so nógv, at tað er ilt at meta um tað nú.

Umframt sjálva útreiðsluna, hevði hetta eisini kollrent tær ætlanir, sum landsstýrið hevur um útbyggingar í hesum landi tey næstu árini. Avgerð er tikin um at Landskassin skal ikki brúka meiri enn 150-200 milliónir um árið til verkløg . Ein nýggj samferðsluhavn á Drelnesi hevði tískil tømt tað játtanina, so at tað ikki hevði verið pláss fyri øðrum útbyggingum.

Jákup í Lopra ivast ikki í, at Landsstýrið hevur tikið alt hetta í sínum metingum av, hvar oljuhavnin liggur best fyri. Og hann heldur, at tað er logiskt, at Landsstýrið ikki vil hava útgerðarstøðina á Drelnesi, tá ið tað eru onnur støð í landinum, har havnin kann verða, uttan at tað kostar landskassanum eina krónur.

? Eg ivist heldur ikki í, at undirhonds hevur Landsstýrið havt ein fingur við í spælinum og sagt sína áskoðan fyri oljufeløgunum, hvar oljuhavnin helst ikki skal vera.

? Alt hetta málið snýr seg sostatt um at forða fyri, at landsstýrið kemur í trupulleikar av siglingini hjá Strandferðsluni.


Settu fót fyri sær sjálvum

Tí Jákup Joensen, at Nordserv, sum ætlaði at gera eina oljuhavn í Suðuroy, í veruleikanum setti fót fyri sær sjálvum við at vísa á Drelnes.

Jákup Joensen sigur, at einaferð hann var í Danmark, var hann inni hjá Danbor Service í Esbjerg og fann Steen Hansen, sum skuldi vera stjóri fyri oljuhavnini á Drelnesi.

? Eg greiddi honum frá, at eg helt tað vera eina skeivt mett , tá ið Tvøroyrar Kommuna helt, at tað uttan víðari kundi taka Drelnes til Oljuhavn.

? Eg spurdi hann tí, um tað ikki hevði verið skilabetri um ikki Tvøroyri og Vág løgdu saman í eina sterka eind ímóti mistaðarøkinum og gjørdu eina felags ætlan um oljuhavn í Suðuroynni. Alt tað velduga havnaøki í Vági kundi so verðið brúkt til oljuhavn, ímeðan øll umsiting kundi verið á Tvøroyri.

Jákup Joensen sigur, at hann var bilsin, tá ið Steen Hansen segði, at hann ongantíð hevði verið í Vági.

?Eg skilti eisini á honum, at tað var ongin áhugi at fáa Vág upp í.

? Nú hevðu hann so í samrøðu við Sosialin sagt, at hann vil ikki avvísa, at teir høvdu verið betri fyri, um teir eisini høvdu havt Vág at vísa á til oljuhavn. Men nú er ?løbet kørt? sum hann eisini sjálvur tekur til.

Hvønn týdning oljuvinnan hevði havt, um hon kom til Suðuroynna, vil hann ikki meta um. Ei heldur, hvørjar avleiðingar, tað fer at fáa, at hon ikki kemur.